
Hví fáa trolbátarnir ikki loyvi at fiska meira av toski, sum hjáveiðu á landleiðini, nú tá nógvur toskur er á landgrunninum ?
Trolbátarnir sleppa ikki, at gagnnýta flatfiskin á landleiðini, tí at tað er so nógvur toskur og hýsa eru á landgrunninum, sjálvt um teir brúka rist, og toskurin fer í ein 200 mm posa, so smáfiskurin sleppur út aftur, sjálvt tá kláraðu, teir ikki at halda seg, niðan fyri 35 % av toski og hýsu, teir máttu út av landleiðini, eftir at hava roynt í nakrar fáar dagar.
Men so fingið teir loyvi, frá fiskimálaráðnum frá 09 juni til 07 juli, at hava 50 % í hjáveiðu, men nú er gamla kunngerðin um 35 % aftur í gildið.
http://www.kunngerdaportalur.fo/_vti_bin/api.svc/v1/document/f428c4d4-7778-457d-974a-b0a1d746245b
Tað er ikki stórar nøgdir, talan er um, tí tað eru bert 6 trolbátar, sum hava loyvi á landleiðini í 3 mánaðir, so at hækka hjáveiðuna frá 35 % til 50 % blívur ikki ein stór nøgd av toski, men tað hjálpir uppá hjá trolbátinum, so teir sleppa at fiska og gagnnýta, flatfiskin á landleiðini, sum er gott fyri bagi land, manning og skip.
Tað er eisini gott fyri at línubátar og skip. At trol og snellu bátarnir, sum teir einastu kunnu prógva, at tað er so nógvur toskur, á Føroyagrunninum í løtuni. So at fiskidagar, ella kvotur, ikki blíva meira niður skornar.
Eg veit, at onkur er ímóti, at trolbátar eru inni á landleiðini, men eg haldi, at tað gagnar øllum fiskimonnum, at trolbátarnir, kunnu vísa á hvussu nógvur, fiskur er á grunninum.
Nógv halda eisini, at onkur trolbátur, sum man visti fær fisk, tá fiskur er, skuldi sloppið út á Føroya banka, at gjørt nakrar yvirlits trolingar, so fólk trúgva granskarunum, at ongin toskur er har, so kunnu teir eisini vísa á, at teirra pástandur er rættur.
Tað er synd at teir ikki sleppa, at gagnnýta okkara fiskiríkidømi, tá fiskurin er á grunninum. So vónandi blívur hjáveiðu % 50 teir fáu dagarnir, sum eru eftir á landleiðini ár.
Eyðun Hansen
Vestmanna 15 07 2018
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald