Vinna

Hví sleppur Havstovan uttan spurningar

...

2017-09-23 21:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hví sleppur Havstovan uttan spurningarnar ?

Tað er løgi at hoyra Perur Steingrund í útvarpinum í gjár, uttan at fáa ein einasta spurning frá ??tvarpinum. Har hann tosar um ovurfisking, sum fiskidagaskipanin hevur skyldina í, at fiskiskapurin av toski á Føroya grunninum, er minkaður tey seinastu 20 árini. Og at fiskidagaskipanin er ein mylla uttan enda.

Kaffiprát

Vit sum ikki eru arbeiða á Havstovuni og ikki eru vísindamenn, verða oftani ákærd fyri at koma við leysum pástandum, men at hoyra Petur Steingrím, var sum á hoyra kaffiprát, tá tað eru uppá tað besta, hví er tað møguligt at , tey kunnu koma við leysum pástandum uttan at fáa nakran kritiskan spurning.

Skeyt frá hoftini, um at veiðu orkan var økt við 15% um árið. ??kingin í veiðuorkuni hjá td. Línuskipum, var tá teir fingu svøvlalínu uml. 1994 umframt line-tech, síðani hevur eingin broyting verið. Einasta broyting har er, at nú sigla fleir við línuskipunum við færri monnum, tí tað er ring at fáa fólk.

Tað kom ein broyting í hjá útróðrarbátunum tá teir fingu trakt, og nú er miðalaldurin á teimum fáu útróðrarmonnunum sum eru eftir um 65 ár.

Tað er lítil broyting hend hjá trolarunum, útgerðin er nakað betur, men talið er minka niður í helvt, so eg veit ikki hvar Petur Steingrím fær hasa økingina frá.

Í 1997 blivu fiska 35.300 tons av toski í 2003 blivu fiskaði 37.300 tá byrjaði minkingin. Í 2004 25.300 fiskaði Tað eru 14 ár síðani.

Onki dømi, bert ein tóman pástand um at veiðuorkan er voksin, onki um fleiri leiðir eru stongdar. Onki um at nógv línuskip, hava roynt á øðrum leiðum, tey seinastu árini.

Onki um EL nino ella at fuglur, stórhvalur og føðin eisini hevur veri burtur og er uppgangandi nú.

Fyri 10 árum síðani, tá seinastu fiskiskipini vóru á Føroya banka var nógvur toskur har, sambært Havstovuni er ongin toskur har nú. Har hevur ongin fiskidagaskipan niðurfiskað nakran tosk.

Hetta prógvar einaferð enn, at fiskaríið hevur, lítla og onga ávirkan á fiskastovnarnar, afturímóti natúrini.

http://nordlysid.fo/fridingin+av+foroya+banka+onga+avirkan+a+tosk+og+hysu.html

Tað skuldi bæði veri burðardygg veiða og stovnsrøkt á Føroya banka, so bankin skuldi staði fullur av toski, men her hava fiskifrøðingarnir, enn ikki funnið rætta formilin til XL arkið.

Eg havi fyrr víst á, hesa talvuna, sum vísir hvat er hent, við fiskarínum í Íslandi, frá fríðum fiskaríið, til TAC og síðani kvotur komu á har.

Niðara talvan vísir sveiggj í Norska toskastovninum.

Í bókini sum talvan er úr, verður eisini skriva um, at nógvur toskur blívur gýttur í Lofoten, økið er sera lítið so hann má flyta, í allar ættir, Eystur Atlantarhavið frá Biskeia til Barentshavið og Norð um Svalbard og finst eisini í Íslandi og Grønlandi, í 90inum eisini heilt til Norður Amerika og Kanada, men kemur aftur at gýta, á sama staði sum hann er gýttur..

Niðara talvan vísir sveiggj í Norska toskastovninum.

Í bókini sum talvan er úr, verður eisini skriva um, at nógvur toskur blívur gýttur í Lofoten, økið er sera lítið so hann má flyta, í allar ættir, Eystur Atlantshavið frá Biskeia til Barentshavið og Norð um Svalbard og finst eisini í Íslandi og Grønlandi, í 90inum eisini heilt til Norður Amerika og Kanada, men kemur aftur at gýta, á sama staði sum hann er gýttur..

Tað er løgi, um ikki onkrir toskar. av hesum stovni, ikki eisini svimja inn á okkara leiðir, tá føði er á okkara leiðum.

Vestmanna 23-09-2017

Eyðun Hansen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder