2018-03-01 09:20

Jákup B. landaði 180.000 pund í Íslandi í farnu viku, tað fiskaðu teir í 5 dagar.
Nú eru teir áveg heim við 150.000 pundum, sum teir hava fingið á trimum setum, teir verða heima leygarkvøldið og skulu landa mánamorgunin á Kósini, meginparturin av veiðuni er toskur, so talan er eisini un nógvar pengar - helst væl omanfyri milliónina.
Skipari á Jákup B. er Helmar Lassen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald