Vinna

Jupiter er á veg suður á Tvøroyri at landa

...

2018-09-04 17:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Jupiter kom á Fuglafjørð gjáranáttina eftir at hava verið á makrelfeltinum norðanfyri Føroyar. Teir sleppa framat at landa til Varðan Pelagic í kvøld, teir verða á Tvøroyri um gott 7-tíðina í kvøld.

Jupiter hevur 400 tons av makreli, sum verður landaður á Tvøroyri.

Vit tosaðu umborð fyri lítlari løtu síðani, har var sagt at teir gjørdu tvey tov á feltinum og fingu 400 tons av makreli, vegtin á makrelinum liggur um 390 gramm.

Teir hopaðu at verða lidnir at landa í annaðkvøld, og tá verður fari aftur til fiskiskap.

Manningin telur 12 mans.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder