Vinna

Jupiter kemur á Fuglafjørð við sild

...

2017-10-10 10:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Jupiter fór í nátt at sigla inn av sildafeltinum norðanfyri við 1.000 tons av sild, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði, Jupiter kemur á Fuglafjørð tíðliga í nátt.

Tey føroysku skipini royna bæði í føroyskum og altjóða sjógvi norðanfyri føroyska markið, tey føroysku skipini á feltinum í dag eru - Norðborg, Næraberg, Slættaberg, Borgarin, Finnur Fríði, Christian í Grótinum og Fagraberg, trý íslendsk skip eru eisini har - Håkon, Jón Kjartansson og Beitir.

Høgaberg verður á fiskileið seint í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder