Vinna

Jupiter kemur á Tvøroyri beint eftir middag

...

2018-12-17 09:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Jupiter kemur á Tvøroyri beint eftir middag við 550 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað í ES-sjógvi, teir royndu beint vestur úr Eshanesi, sum er gomul sildaleið vestur úr Hetlandi.

Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, sagt varð, at veðrið hevði verið ólagaligt, teir høvdu ligið bakk í tveir dagar, men nú høvdu teir gott veður.

Tá ið liðugt verður at landa, tá fara teir á Fuglafjørð, at taka svartkjaftaútgerðina umborð, og so verður farið á svartkjaftaveiðu.

Jupiter hevur nú fiskað makrelkvotuna, teir áttu í ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder