2019-09-23 22:02

Katrin Jóhanna sum hevur verið á makrelveiðu í norskum sjógvi hevur sett kós á Miðvág.
Katrin Jóhanna hevur henda túrin fiskað 365 tons av makreli, støddin á makrelinum liggur um 470 gram.
Væntandi verður Katrin Jóhanna á Miðvági um 16 tíðina í morgin. Landað verður til Snarfrost og Vestmanna Seafood. Eisini verður nakað koyrt suður til virkið í Hvalba.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald