Makthavararnir í føroysku komununum gloyma heilsu og trivnaðin hjá borgarum sínum til fyrimuns fyri eina lutfalsliga lítla inntøku. Heimafriður hevur varhuga av, at inntøkan av larmandi russisku skipunum ikki er tann stóra.
Tað nýggjasta er, Vestmanna Havn nú hevur
bjóðað einum av hesum larmkeldunum vælkomnari inn
í náttúruvakra og friðarliga umhvørvið í Vestmanna.
Nýggi havnafútin vil vísa kreftir og ger somu feilir,
sum starvsfelagir hansara hava gjørt. Í gjár legði Arctica, ein
av teimum skipunum, sum larmar ekstremt, at í Vestmanna.
Seinastu tíðina hava larmandi útlendsku
skipini aftur gjørt innrás í fleiri føroyskum havnum, men fólk aftra seg við at
siga frá, tí tey eru bangin fyri sosialu og fíggjarligu avleiðingunum. Ein
onnur forðing fyri, at fólk klaga er vónloysi. Vit uppliva at fólk ikki orka
ella tíma at blíva við at boða frá.
- Hví skulu vit blíva við at kæra okkara
neyð, tá einki verður gjørt allíkavæl, hoyra vit fólk siga. Tey vita,
at hvørjaferð hesi skipini liggja inni, er eingin friður, hvørki dag
ella nátt. Hetta er einki nýtt og
myndugleikarnir hava í áravís verið vælvitandi um trupulleikan, men hóast
hetta, heldur óhugnaligi gangurin fram.
Tað er misjavnt hvussu nógvar klagur Heimafriður
fær frá fólki; við hvørt eru tær nógvar og onkuntíð færri. Hóast klagurnar
ikki altíð eru líka nógvar í tali, er tað als einki tekin um, at trupulleikin
er burtur. Tvørturímóti er trupulleikin helst størri, tí borgarar missa vónina
um at tað nyttar at boða frá.
Tíverri er veruleikin tann, at vit eru uppí ímóti sterkum kreftum, mótvilja
og skilaloysi. Virksemið av hesum slag, hevur ótarnað hildið fram í
so mong ár, og tað er torført at fáa eyðsýndar broytingar
framdar.
Er eingin broyting, tekur tú vónina frá fólki. Í
áravís hava borgarar klagað um ótolandi gangin frá skipum. Borgarar hava søkt
hjálp frá øllum hugsandi myndugleikum, men trupulleikin
heldur ótarnað fram og fólk føla seg púra hjálparleys og
vónsvikin.
Vónandi tekur Vestmanna kommuna røttu avgerðina um at steðga óskilinum, áðrenn
ótolandi larmur og útsvínan av luftini fer at forpestað lívið hjá
vestmenningum.
Halda vit ikki á at rópa málið upp, dettur málið
av skrá og verður aftur koyrt í "gloymiskuffuna???, har tað hevur
fingið frið í alt ov nógv ár.
Til frama fyri Heimafriðin er brúk fyri, at tú
sigur frá, hóast tað ikki gevur meining her og nú. Til ber at fráboðað
anonymt og allar fráboðanir verða í trúnaði millum fráboðaran og Heimafrið.
Vegna felagið Heimafrið
Trina Eysturoy,
forkvinna
Tlf. 21180
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald