Politikkur

Kreativa húsið - fyrri partur

....

2020-11-05 15:00 Author image
Tóri Nielsen
placeholder

 Í vár legði eg fram eina verkætlan fyri Mentanar- og trivnaðarnevndina og Vinnu- og havnanevndina um at skipa eitt øki undir kommununi, ið skuldi virka fyri einum meira fjøltáttaðum vinnu- og mentanarlívi í Vága kommunu. Men verkætlanin var ikki gingin á møti. Mett var ikki, at tørvur var á at menna mentanarøkið og íverksetan.

Eg bjóði meg nú fram á Framtíðarlistanum til kommunuvalið, og fari tí at leggja hugskotið um Kreativa húsið (arbeiðsheiti) fram fyri tykkum.

Framtíðarlistin fer at arbeiða fyri, at Vága kommuna leggur lunnar undir eitt spírandi umhvørvi til eitt fjøltátta mentanar- og trivnaðarlív og samskipan av ymisku mentanarpallunum í kommununi, og setur á stovn Kreativa húsið!.

Kommunan eigur nógvar ymiskar bygningar ella mentanarpallar. Tørvur er á, at ein ætlan verður løgd fyri hesar bygningar og pallar. Kreativa húsið tekur sær av at umsita eina felags heimasíðu og kalendara, umframt at Kreativa húsið samskipar og leggur ætlanir fyri hesar mentanarpallar. Hetta er fyri at tryggja, at tað altíð er virksemi á trivnaðar- og mentanarøkinum í bygningunum.

Somuleiðs tekur Kreativa húsið sær av at samskipa øll tiltøk hjá kommununi. Tað kann vera ein mentanarvika, umhvørvisvika, Ung í arbeiðið og jólahaldini. Møguleiki er eisini fyri at Kreativa húsið og Skúlin á Giljanesi samstarva um kvøldskúlan. Húsið skapar karmar fyri, og verður toghaldari í tiltøkum har tørvur er á tí. Hetta verður umframt onnur tiltøk, sum mett verður tørvur er á fyri at skapa trivna og menning av vinnu- og mentanarlívinum í kommununi.

Kreativa húsið skal vera eitt opið hús, har borgarar, ítróttar- og frítíðarfeløg kunnu koma at søkja sær hjálp ella ráðgeving til tiltøk, ið tey kundu hugsað sær at fyriskipa. Har virkar Kreativa húsið sum samtarvsfelagi, og kann vegleiða hvussu røkkast kann á mál við tiltakinum ella verkætlanini.

Ein onnur uppgáva, ið natúrliga liggur í Kreativa húsinum, er kunningin hjá kommununi til borgararnar. Hetta kann vera framleiðsla av tíðindaskrivum fyri at tryggja kommununi eina størri nærveru á siðbundnu- og sosialu miðlunum. Eisini skal Kreativa húsið viðlíkahalda heimasíðuna hjá kommununi.

Sølvi Simonarson, valevni til býráðið í Vága kommunu.

X við Framtíðarlistan - ein nýggj byrjan!

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder