2020-02-05 09:20
Skipini á Flemish Cap høvdu fingið boð um, at gevast við fiskiskapinum í gjár klokkan 22:00. Vit tóku eina aðra avgerð í gjár, tá tekin vóru um, at skipini ikki fóru at fáa alla kvotuna upp. Veðrið hevði verið vánaligt og haraftrat var fiskiskapurin minkaður heilt nógv. Í gjár fingu skipini boð um, at tey kundu halda fram við fiskiskapinum, til í kvøld klokkan 22:00, verður sagt frá Vørn í morgun.
Tað eru bert Klakkur og Jákup B eftir á Flemish Cap nú.
| Dagført til og við hin 4. februar 2020. | |||||
| Toskur | Tils. | ||||
| EIVIND, XPQE | 279,8 | 279,8 | |||
| JÁKUP B, XPPR | 293,2 | 293,2 | |||
| J??GVAN I, OW2049 | 277,8 | 277,8 | |||
| KAMBUR, OW2009 | 280,0 | 280,0 | |||
| KLAKKUR, OW2046 | 441,7 | 441,7 | |||
| STAPIN, OW2065 | 280,0 | 280,0 | |||
| Tils. | 1.852,5 | 1.852,5 | |||
| Kvota | 1907 | ||||
| Støða | 54,5 | ||||
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald