Vinna

Livandi tilfeingi

...

2018-11-29 20:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv og kunning

Triðja árið á rað, skipar ??conomusée Føroyar og ??toyggjafelagið fyri Livandi tilfeingi, har tað stendur øllum í boði, at uppliva siðbundið handverk og list ??? sett upp, í einum spennandi og kreativum umhvørvi í Perluni og Reinsaíinum ??? í miðbýnum í Havn.

Tiltakið byrjar fríggjadagin 30. november kl. 13 og endar sunnudagin 2. desember kl. 19.

???Livandi Tilfeingi???, er liður í einari verkætlan, ið skal menna óítøkiliga mentanararv føroyinga, sum í hesum føri er kunnleikin til føroyskt siðbundið handverk.

Smá verkstøð eru sett upp, og har koma handverkararnir at vísa sítt handverk fram. Herundir eisini ymisk listahandverk. Har verður dreyibonkur, essa, seymimaskina, handamboð o.a., so vitjandi fáa innlit í framferðarhátt, teknikk og rávøru, men ikki minst, møguleikan at keypa sær vørur frá handverkarunum.

Economusée er eitt konsept og eitt altjóða netverk, ið hevur til endamál, at menna siðbundið handverk, so tað gerast burðardygt, og kann skapa inntøkur og virksemi í lokalsamfelagnum, ikki minst í útjaðaranum. Hetta stuðla undir undir virksemi hjá ??toyggjafelagnum, og tí tekur felagið lut.

Sum sæst í skránni, eru hesi handverk umboðað: jarn-, træ- og grót, leir, tónleikur, seyming, binding, brodering, horn, smúkkur, matur o.a.

Tiltakið er alment og tað er ókeypis atgongd.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder