Vinna

Løgreglan úr Havn boðsend til flogvøllin

...

2018-03-02 13:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Ein maður - sum kom  við flogfari til Føroyar - gjørdist so illur inná tollararnar á flogvøllinum í Vágum, at neyðugt var at senda boð eftir løgregluni, eingin løgregla var í Vágum, so boð vórðu send til Havnar, fleiri løgreglu bilar komu ýlandi úr Havn um 13-tíðina í dag.

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn segði, tá ið vit tosaðu við teir fyri løtu síðan, at maðurin tó var sissaður, tá ið løgreglubilarnir komu á flogvøllin, teir tóku mannin, sum nú er ávegis til Havnar í einnum løgreglubili.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder