Tá talan er um
menningarkvotur, eru Føroyar deildar upp í 7 øki, har Eysturoy og Norðoyggar
eru økið 6 og 7. Samgongan hevur gjørt av, at økið 6 og 7 ikki skulu kunna
søkja um stuðul til menning av okkara tilfeingi.
Ein grundgeving fyri, hví
hesi øki ikki skulu hava atgongd til menningarkvotunar, var at arbeiðsloysi var
so lágt í hesum øki. Tíbetur kunnu vit í Føroyum í dag staðfesta, at
arbeiðsloysi er nærum onki, óansæð hvat øki talan er um. Tí eigur henda forðing
at verða tikin burtur longu í inniverandi ári.
Hyggja vit at, hvørji
feløg í landinum hava brotið upp úr nýggjum, kundi eg hugsað mær at nevnt
Tavuna og Høvdavirkið í Leirvík. Hesi virki hava skapt fleiri hundrað arbeiðspláss
og milliardir av inntøkum til føroyska samfelagið við nýggjum vørum, sum lítið
virði høvdu frammanundan. Hví skal tað ikki vera gjørligt hjá slíkum
íverksetarum at fáa atgongd til menningarkvotur ??? samfelagnum og føroyingum at
frama.
Vit kunnu ikki liva við,
at fólkið í pørtum at samfelagnum, ikki hevur atgongd til menningarkvoturnar. Serliga
tá tað tey nógvu síðstu árini hevur víst seg, at serliga hesi økini hava verið
tey, sum hava gingið á odda, fyri at skapt nýskpandi vinnur.
Menningarkvoturnar eru
ein av mongu misseydnaðu pørtum av nýskipanini hjá verandi samgongu. Besta loysnin
hevði verið, at avtakið menningarkvoturnar aftur, men um vit velja at varðveita
tær, tá eiga vit avgjørt, at gera tær atkomuligar hjá virkisfýsnum persónum,
sum hava víst í verki, at teir bæði vilja og duga at menna fiskivinnuna í
Føroyum.
Jaspur Langgaard
Løgtingsvalevni fyri
Sambandsflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald