Vinna

Myndir: Polar Princess hevur landað í Kollafirði

...

2018-09-06 08:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Polar Princess fer aftur til fiskiskap í kvøld eftir at hava landað í Kollafirði. Polar Princess hevur henda túrin roynt norðanfyri Føroyar í altjóðasjógvi saman við Polar Amaroq sum í løtuni landar í Kollafirði.

Vit vóru umborð á Polar Princess í gjárskvøldið og tá var føroyski skiparin umborð og tók ímóti okkum.

Skiparin Jógvan Líggjas Gregersen segði, at teir henda túrin hava fiskað góð 900 tons av makreli uppá 5 døgn, sum var landað í Kollafirði.

Polar Princess hevur nú 1000 tons eftir av makreli at fiskað í altjóðasjógvi.

Við Polar Princess eru 26 mans og av teimum eru 9 føroyingar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder