2018-05-30 15:03

Nú kanst tú taka niður NemID lyklaappina og brúka NemID beinleiðis á tíni fartelefon ella tínum teldli. NemID lyklaappin er tøk til privat og vinnu.
NemID lyklaappin er eitt eyka amboð til títt NemID lyklakort.
Um tú brúkar lyklaappina, fær tú eini boð í tína lyklaapp, tá ið tú til dømis skalt góðkenna eina gjalding í tínum Netbanka. Tú góðkennir flytingina við at føra fingurin yvir snildfonina. NemID lyklaappin er líka trygg sum NemID lyklakortið.
NemID lyklaappin er ókeypis og kann takast niður frá App Store ella Google Play.
NemID lyklaapp til privat (iOS) og til vinnu (iOS)
NemID lyklaapp til privat (Android) og til vinnu (Android)
- NemID lyklaappin er eitt ískoyti til NemID lyklakortið (bæði kunnu nýtast) og NemID lyklakortið skal tú goyma, hóast tú brúkar NemID lyklaappina.
- NemID lyklakortið skal brúkast fyri at virkja NemID lyklaappina, og er eisini hent eitt nú tá eingin streymur er á telefonini.
- NemID lyklaappin kann knýtast til upp til 3 eindir (eitt nú fartelefon og teldil)
- NemID lyklaappin stuðlar undir innritan við pinkotu, fingramerki (touchID) og andliti (Facerecognition).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald