
??rslitið í 2018 vísti 4,5 mió kr í halli, eftir at felagið árið fyri kom út við einum yvirskotið á tkr. 82. Í 2016 vóru 2,4 mió kr í halli.
Bruttovinningurin hjá P/F Niels Paula var 2,3 mió kr í fjør og starvsfólkakostnaðurin var 5,3 mió kr.
Í 2017 var bruttovinningurin 9,3 mió kr meðan starvsfólkakostnaðurin var 7,6 mió kr.
Í leiðslufrágreiðingini stendur hetta at lesa: ??rslitið er merkt av minni sølu og stórum viðlíkahaldskostnaðum av skipið felagsins. Leiðslan er alst ikki nøgd við úrslitið. Gongdin higartil í 2019 hevur heldur ikki verið nøktandi og valt er tískil at leggja skip felagsins fyribils, meðan arbeitt verður við einari varandi loysn fyri felagið. Leiðslan er í samskifti við fíggingarstovn felagsins, umframt størstu kreditorar felagsins um framhaldandi fígging, hesar samráðingar hava gingið væl og væntandi kann ein varandi loysn fáast við hesar innan stutta tíð, sum tryggjar at felagið kann halda fram við rakstri sínum. Leiðslan er eisini av teirri fatan, at ein uppgerð av ognum felagsins til søluprís, um felagið ikki var framhaldandi, ikki høvdu ávirka innroknaðu virðini nagativt í mun til innroknaða virði tann 31. desember 2018.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald