
Norðborg, sum er til makrelfiskiskap norðanfyri í føroyskum sjógvi, hevur júst sett kós suðuryvir, teir hava fisk í tangunum og rokna við, at verða liðnir at framleiða um eitt døgn, tá koma teir at hava 1.150 tons av heysaðum makreli, 80 tons av mjøli og eitt sløð av lýsi, segði stýrimaðurin - Jóhan Isaksen - fyri løtu síðan, tá ið vit ringdu umborð.
Jóhan Isaksen segði eisini at tað er góður makrelur teir hava, nógv er at síggja í føroyskum sjógvi, eisini visti hann at siga, at tey íslendsku og russisku skipini, ið royna í altjóða sjógvi norðanfyri tað føroyska markið, eisini hava góðan fiskiskap.
Norðborg kemur á Fuglafjørð tíðliga hósdagin, har teir skulu bunkra og pumpað lýsið í tangarnar hjá Havsbrún, seinnapartin hósdagin byrja teir at landa í Ánunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald