Vinna

Norðborg kom á Klaksvík í morgun

...

2019-08-16 13:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Norðborg kom á Klaksvík í morgun við 1.140 tonsum av frystum, umframt 66 tonsum av mjøli. Tað frysta er 95 tons av heilfrystari sild, 38 tons av sildafløkum og 1.007 tons av skráskornum makreli.

Í dag fara teir at bunkra í Fuglafirði, Norðborg landar sunnnumorgunin í Ánunum, og ætlanin er at fara nýggjan túr sunnukvøldið, segði Jón Rasmussen skipari, við JN.fo fyri løtu síðan.

Norðborg byrjaði túrin í grønlendskum sjógvi, men hevur fiskað meginpartin í altjóða sjógvi norður úr føroyska markinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder