Vinna

Norðsøki hevur gjørt roktur undir Íslandi

...

2019-07-13 11:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Norðsøki er komin undan Íslandi fullur undir lúkurnar, vit hava tosað við reiðaran Finnbjørn Vang, hann sigur, at teir hava góð 60.000 pund, harav 20.000 pund er toskur.

Finnbjørn skrivar m.a. á Facebook:Norðsøki tað stásiliga skip, 77 ár á baki og still going strong og er tað elsta vinnuliga fiskifari í danska kongaríkinum.

Finnbjørn Vang var við hendan túrin, hann var stýrimaður og kokkur, hann skrivar til okkum - eftir at vit hava fregnast:

Hey Jóanis, fyrri túrurin var rok, hesin var góður. Høvdu 'bara' fulla last hendan túrin, men hann var góður. Síðsta túr høvdu teir 78.000, sum er fult skip. Og tá høvdu teir 32.000 av toski - størsta søla nakrantíð???? Heri beiggi er skipari, hann skrivaði hattar á facebook.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder