
Atlantic Airways langtíðarleigar eitt nýbygd Airbus 320neo flogfar frá amerikanska felagnum Air Lease, og kemur flogfarið møguliga til Føroyar í morgin. Jóhanna á Bergi, stjóri, sigur við jn.fo, at enn er tað ikki endaligt um flogfarið kemur til Føroyar í morgin, tí enn mangla tey síðstu loyvini at fáast uppá pláss. Vìðari sigur hon, at um alt gongur sum ætlað lenda vit í Vágum klokkan 15:15 í morgin. Meira verður at frætta um flogfarið í kvøld ella í morgin.
??tlanin er at seta nýggja flogfarið í regluliga flúgving á høvuðsfarleiðini millum Føroyar og Keypmannahavn.
Atlantic Airways hevur í dag trý Airbus flogfør í flotanum ??? eitt A320 og tvey A319. Av teimum eigur felagið A320 flogfarið og eitt A319. Triðja flogfarið av slagnum A319 er langtíðarleigað, og tað verður latið aftur tá ið Airbus A320neo kemur í flotan.
Airbus A320neo flogfarið, ið tekur 174 ferðafólk, hevur lægri oljunýtslu og lægri CO2 útlát enn verandi Airbus flogførini. Nýggja flogfarið verður, eins og verandi flogfør, útgjørt við framkomnu navigatiónstøknifrøðini frá Airbus, RNP AR 0,1, ið seinastu árini hevur bøtt munandi um reglusemið hjá felagnum til og úr Vágum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald