Vinna

??sjónliga eftirlønin

...

2018-12-12 21:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað líkist svartasta ongum at eftirlønarviðurskiftini hjá fiskimonnum enn ikki eru raðfest og dagførd á sáttmálaøkinum,soleiðis at hesi sum minst loyvda markið fylgja lógarkravinum um bundna eftirlønargjaldið.

Tíverri uttan samráðing,bleiv verandi sáttmáli fyrr í ár longdur,uttan stórvegis broyting ella betran,ið áttu at veri eyðsýndar við nýggju lógini um sjófeingi og serliga eftirlønarlógini.

Fiskimenn skullu ídag av síni hýru,sjálvir rinda 4%-komandi ár5%-í eftirløn- meðan reiðari/rættindahavari bert rindar 40kr-til fiskimannin, fyri mynstraðan dag.Tí SKAL ein slík tilafturskomin skipan endurskoðast.

Flestu starvsfólk á føroyska arbeiðsmarknaðnum hava eina prosent-ásetta eftirlønarskipan,ið arbeiðsgevarin sjálvandi rindar.

Hesi lógarásettu skipan,SKULLU fiskimenn eisini hava ágóðan av. Tí SKAL reiðarin/rættindahavarin eisini vísa ábyrgd og sjálvir berakostnaðin av hesi skipan.

Hesum tíðandi rættvísi, fari eg eisini at stríðast fyri - til gagns fyri fiskimannin.

Ti stilli eg upp til formansvalið í Føroya Fiskimannafelag

Vestmanna 12 12 2018

Axel Hansen


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder