Politikkur

Politiskar hólmgongur í Perluni

....

2016-07-03 14:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hóskvøldið 7. juli kl. 19 verður stríð í Perluni, tá nakrir av okkara fremstu politikarum bresta saman í hólmgongu. Politikarar úr Tjóðveldi, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum luttaka. Evnini eru loysing/samband, vælferðarpolitikkur og nýskipan innan fiskivinnuna.

 

Til fyrsta evnið eru tað Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis og landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri sambandsflokkin, ið bresta saman. Skulu Føroyar gerast ein sjálvstøðug tjóð ella vera verandi í danska kongaríkinum? Hví, og hvørjir eru fyrimunirnir og vansarnir?

 

Um vælferðarpolitikk eru tað Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, og Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, ið enda í hólmgongu. Hvussu skal vælferðin fíggjast? Skulu vit spara enn meir ella víðka um vælferðartænasturnar?

 

Til triðja evnið eru tað Ingolf S. Olsen og Jacob Vestergaard, ið bresta saman í kjakinum um nýskipan av fiskivinnuni. Hvussu skal nýggja skipanin síggja út? Skal talan vera um almenna sølu av fiskirættindum ella skal skipanin vera í núverandi líki við smáum broytingum?


Unga Tjóðveldið skipar fyri, og øll eru hjartaliga vælkomin.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder