Vinna

Posta bjóðar grønlendingum at keypa á netinum

...

2018-09-03 12:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Grønlendingar keypa nógv á netinum, men hava ta avbjóðing, at fleiri nethandlar ikki senda vørur tilGrønlands. 
Posta hevur ment eina skipan, sum ger, at grønlendingar nú kunnu keypa úr øllum Evropaog fáa vøruna senda til hús, sama hvar í Grønlandi tú býrt. 
Posta-appin er snúningsaksan. Ein grønlendskur netkeypari keypir vøruna og skrásetur PostaLogistics í Kolding sum leveringsadressu. Keypið verður skrásett á Posta-appini, har keyparin eisinirindar fyri flutningin til Grønlands á appini. Keyparin fylgir vøruni við appini. 
Posta bjóðar hesa tænastu til fastar prísir. Sendingar til Nuuk kosta kr. 375,- og til restina avGrønlandi er prísurin kr. 495,-Í Grønlandi verður MVG ikki roknað á vørur. 
??tberingin í Grønlandi verður gjørd í samstarvi við TELEPOST.???Posta hevur eitt sterkt og gott samstarv við TELE-POST, og vit fegnast um at tæna grønlendskukundunum. 
Fyri Posta er hetta ein liður í strategiini at vaksa um okkara marknaðir, og við deildokkara í Kolding er hetta eitt upplagt tilboð til grønlendingar???, sigur Joel undir Leitinum, stjóri áPosta. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder