Í 2018 vaks sølan hjá Posta við 12% og var umsetningurin fyri árið 114 milliónir. Rakstraríkastið ella EBITDA var uml. 12 milliónir, svarandi til góð 10% av søluni og hetta metir nevnd og stjórn vera nøktandi. ??rslitið fyri skatt gjørdist 3,3 milliónir. Posta hevði í 2018, 117 árverk.
Tíðindaskriv:
Virksemið í fríari kapping er vaksið munandi hjá Posta, bæði í Føroyum og uttanfyri Føroyar. Posta veitir flutningstænastur við stórum kundanøgdsemi og hevur Posta eitt nú gagnnýtt økta kapasitetin um flogvøllin til innlendis og útlendis flutning og kann eitt nú bjóða kundum at fáa feskar vørur loftvegis, bæði til og av landinum.
Seinastu árini hevur Posta talgilt fleiri av sínum tænastum og eru enn fleiri talgildar tænastur ávegis. Við Sjálvgreiðsluni hava viðskiftafólk lætta atgongd til tænastur, tá tað passar teimum. Við appini hjá Posta kunnu viðskiftafólk fylgja sínum sendingum, umframt at til ber at lesa lýsingabløð. Í 2018 kom Posta, sum nakað nýtt, við eini tænastu til Grønlendska marknaðin, sum gevur fólki í Grønlandi møguleika at keypa á netinum og fáa vøruna senda til Grønlands.
Fallið í brøvum var 7% í 2018, og tí hevur Posta umlagt postútberingina í februar í ár. Posta væntar tó at jaliga gongdin við vøkstri í virksemi og umsetningi heldur fram, og roknar eisini við yvirskoti í 2019
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald