Vinna

Samskip flytir í nýggja havn í Onglandi

...

2018-07-17 17:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

16. juli flutti Samskip úr Immingham til Hull. Samskip er størsti kundin hjá havnini Hull, har flutningur til og úr norðuratlantinum nú møtir kervinum hjá Samskip á evropeiska meginlandinum. Hvørt ár flytir Samskip omanfyri 100.000 bingjueindir um árið gjøgnum Hull, ið harvið er næststørsta havnin hjá Samskip eftir Rotterdam.

Havnin í Hull hevur góðar facilitetir og veitir góða tænastu

???Ein greiður fyrimunir við skiftinum til Hull er, at skipini koma at hava styttri steðgir í havnini??? sigur Sjúrður Johansen, stjóri í P/F Samskip.

Tað er ikki lang frástøða úr Immingham til Hull og pakkhúsið flytir ikki, so broytingin kemur ikki at merkjast í samband við innlating av vanligum góðsið. Skipini á Føroyarutuni - Arnarfell og Helgafell - eru í Hull hvønn týsdag og á Kollafirði fylgjandi mánadag, soleiðis at transittíðin úr Onglandið til Føroya er einans seks dagar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder