Vinna

Samtakið V??NIN hevði 52,9 mió.kr. í avlopi í 2019

....

2020-06-08 14:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tíðindaskriv frá Vónin samtakinum 

??rslitið fyri Vónin samtakið í 2019 var 52,9 mió.kr. í mun til 44,0 mió.kr. í 2018. Framgongd hevur verið á stórt sæð øllum rakstrarstøðum. Sølan í Vónin samtakinum í 2019 var 522,4 mió.kr. í mun til 492,7 mió.kr. í 2018. Bróðurparturin av søluni liggur uttanfyri Føroyar. Eginognin fyri Vónin samtakið var 275,2 mió.kr. við ársenda 2019 í mun til 235,5 mió.kr. við ársenda 2018. Í Vónin samtakinum arbeiða umleið 400 starvsfólk. 

Góða gongdin í fiski- og alivinnuni seinnu árini á okkara leiðum, hava gjørt, at vøkstur hevur verið í virkseminum í Føroyum. Seinastu árini hevur eftirspurningurin úr útlondum eftir útgerð frá Vónini eisini verið støðugt vaksandi. 

Starvsfólkatalið í Føroyum er í tíðarskeiðinum 2010 til 2019 vaksið frá 62 til 100. 

Vónin hevur havt virkir í Kanada síðan 1989, í Grønlandi síðan 2002 og í Norra síðan 2008. Virksemið í hesum londum hevur seinnu árini verið vaksandi. 

Framleiðsluvirkið í Litava, sum byrjaði í 2014, er, við sínum 10.000 fermetrum og 200 starvsfólkum, við til at bera vøksturin í samtakinum. Framleiðslan í Litava ger at veitingartrygdin og ??? tíðin eru munandi betri enn áður. 

Vónin er veitari til fiski- og alivinnuna. Fiskivinnuútgerð fevnir um pelagisk og semipelagisk trol, botnog rækjutrol, nótir, skiljiristir, trollemmar, rúsur osfr. Til alivinnuna eru veitingarnar framleiðsla og søla av nótum, akkersskipanir, fuglanet eins og vasking og umvælingar av nótum osfr. Til aðrar vinnur selur Vónin veirar, ketur, tog, net, lyftiútgerð o.a. 

Vónin hevur virksemi í Føroyum, Kanada, Grønlandi, Íslandi, Norra, Litava og Russlandi. 

Taðð sigur Hjalmar Petersen, stjóri á Vónini.

Vónin Samtakið Høvuðstøl frá rakstrinum, tkr. 

                                           2019                                                 2018 

Søla                                    522.382                                              492.697  

Starvsfólkakostnaðir -         103.854                                              100.104  

Rakstrarúrslit                      91.458                                               77.343  

??rslit áðrenn skatt              69.460                                               57.909  

Skattur -                            16.543                                                13.878 

??rslit                                 52.917                                                44.031

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder