2020-11-16 13:56

Ídag hevur Sandavágs Timburhandil reist nýggja høll á havnalagnum í Miðvági.
Høllin sum er 800m² skal hýsa jarnvirksemi felagsins. Sandavágs Timburhandil hevur nógv at gera innan armering og bukking av jarni. Høllin verður útgjørd við stórum loypikatti og krana. Hetta virksemið er nú í Kovanum. Kovin verður nú gjørdur ístand og kemur vera goymsla av plátum og bjálving.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald