Vinna

Sisimiut hevur landað í Kollafirði

...

2018-06-13 20:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Grønlendski trolarin Sisimiut hevur landað í Kollafirði, teir hava fiskað í Barentshavinum, har teir hava eina kvotu uppá umleið 2.000 tons, teir hava landað tríggjar ferðir í Norra og komu nú heim við tí seinasta - góð 500 tons.

Í dag hevur Sisimiut verið á Havnini eftir trolútgerð og tikið proviant v.m., eisini er fólk frá MEST umborð til ymiskt viðlíkahaldsarbeiðið.

Sisimiut fer vantandi av Havnini seint í morgin, tá verður kós sett til Eystur-Grønland, har teir fara at fiska svartkalva.

Skipari hendan túrin verður Pauli Olsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder