2018-02-26 10:31

Frystitrolarin Sjúrðarberg kom á Klaksvík í gjárkvøldið, teir hava 750 tons av kruvdum og avhøvdaðum fiski, sum teir hava fryst.
Sjúrðarberg hevur roynt í norskum sjógvi, teir fóru úr Føroyum 11 januar beint á verft hjá Brattvaag, har spølini vórðu umvald, tað tók teimum 4 dagar.
Sjúrðarberg hevur havt góðan fiskiskap, teir komu á Fiskileið 21. januar og fóru at sigla heim 22. februar við fullari last - 750 tons.
Tað vóru 19 mans við hendan túrin, skipari var Ásmund Olsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald