2018-05-02 06:44

Partrolararnir Stjørnan og Polarhav komu á Klaksvík tíðliga í morgun við 210 tonsum av gulllaksi, sum teir landa á Kósini. Tað er Tavan í Leirvík sum keypir gulllaksin.
Vit á JN.fo tosaðu umborð seint í gjárkvøldið, teir royndu fyrst í vestara kanti av Bankanum, men tveir teir seinastu dagarnar royndu teir vestur úr Mykinesi.
Stjørnan og Polarhav fara nýggjan túr í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald