
??rslitið áðrenn skatt fyrra hálvár 2018 er 0,9 mió. kr., sum er á leið tað sama sum úrslitiðfyrra hálvár 2017.
Suðuroyar Sparikassi boðaði fyrra hálvár 2017 frá, at Suðuroyar Sparikassi fór at minka umútlánini, sum eina tillaging til nýggj og herd kapitalkrøv til peningastovnarnar. Samsvarandihesi fráboðan minkaði Suðuroyar Sparikassi útlánini við 2% stigum fyrra hálvár 2018 ??? úr 577mió. kr. niður í 566 mió. kr. Kjarnuøkið hjá Suðuroyar Sparikassa eru privatkundar, og tístavar minkingin í útlánunum í høvuðsheitunum frá minking í útlánum til vinnulig endamál.
Innlánini lækkaðu samstundis við 2% stigum - úr 745 mió. kr. til 733 mió. kr.
Suðuroyar Sparikassi lækkaði fyrra hálvár 2018 innlánsrenturnar. Tillagingin fer at síggjastaftur í einum betraðum grundrakstri fyri seinna hálvár 2018.
Solvensurin hjá Suðuroyar Sparikassa er 14,8% og solvenstørvurin er 9,6 %. Solvensurin ersoleiðis 5,4% stig hægri enn solvenstørvurin, ella ein yvirdekningur á góð 54%.
Suðuroyar Sparikassi hevur ein yvirdekning í gjaldførinum á 170% og eitt LCR á 815%.Suðuroyar Sparikassi lýkur soleiðis væl og virðiliga øll krøv til bankavirksemi, eins ogEftirlitsdiamanturin hjá Fíggjareftirlitinum avdúkar.
Danska váðaráðið herdi kravið til polstringina av føroyskum peningastovnunum frá 1. januar2018 við 1% stigi, sum stigvíst hækkar til 3% stig í 2020. Orsøkin til økta kravið er smb.danska váðaráðnum, at styrkja mótstøðuførið hjá føroyskum peningstovnunum mótibygnarligum váðum í føroyska búskapinum. Suðuroyar Sparikassi er í góðari tíð farin í holturvið at tillaga virksemið til herdu krøvini, so avleiðingarnar vera so lítlar sum møguligt.
Suðuroyar Sparikassin væntar, at ársúrslitið fyri 2018 áðrenn skatt verður 1,5 ??? 1,7 mió. kr
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald