Vinna

- Tað skuldu nervar av stál til fyri at trumfa hetta ígjøgnum

...

2018-06-05 19:58 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Vit á jn.fo skrivaðu í gjár "Varðin ætlar at selja Høgaklett og Jupiter", Jonhard Danielsen ið siglir við Jupiter skrivaði hesa viðmerkingina til greinina.

Sum oftast tá telefonin ringir, og tað er skiparin, fær ein skipsboð ella skal umborð at arbeiða. MEN soleiðis var tað ikki fyrramorgunin.
Boðini vóru, at russar høvdu hugt eftir Jupiter og væntandi handil stóð fyri framman.
Ein undarlig kensla, tí hesaferð er tað onki skip, sum kemur í staðin fyri Jupiter.

Ein kollveltandi fiskivinnunýskipan, sum millum annað hevur loyst loyvini frá stálinum. Hendan samgongan, við hjálp frá Bill Justinussen, fer at senda okkum í eina ringakreppu, við at trýsta á ja-knøttin.
Sigast skal, at Sjálvstýri hevur eisini hjálpt væl til. Hetta eru ringvirkninganir av teirra dára gerð!

Tað er ótrúligt, at glyvramennirnir, sum eru uppvaksnir á privata arbeiðsmarknaðinum, millum sildatunnirnar á Bakkafrost, fiskakassarnir á Lynfrost og tann partin, sum Kongshavn hevur givið okkum, standa modell til at sorla føroyska búskapin sundur. Her kom eisini fyrsta motorsluppin í Føroyum og fyrsta stállínuskipið.
Tann nýggjasti býurin í landinum er Runavík. Hetta er mest produktiva staðið í løtuni, takkað verið tí politiska viljanum í Runavíkar Kommunu seinastu 60 árini og fram til dagin í dag.

Norðoyggjar bløða eisini. Teirra umboð eru eisini á skeivari kós. Tey avtofta vinnuna og tekkjast búskaparfrøðingunum í Havn.

Suðuroynna nýtast vit kanska ikki at nevna. Har byrjaði ???avmonteringin??? fyri umleið 80-100 árum síðani. Tá búðu 25.000 føroyingar í landinum og av teimum búðu 5.000 í Suðuroynni.
Fólk fluttu suður at arbeiða. Tá lógu umleið 40 sluppir á vágni og var tað størsta pengamaskinan í landinum.
Enn eru tey umleið 5.000 í Suðuroynni, men bara eitt skip. Menningarhjálp skal veitast oynni. So har er væl arbeitt, má sigast.

??ll vinnan var í móti hesum (fiskivinnunýskipanini), og óvissan um avleiðingarnar ómetaliga stór. Tað skuldu ???nervar av stál??? til fyri at trumfa hetta ígjøgnum.

Avleiðingarnar av hesum skilaleysa stýrinum koma til sjóndar nú ???Final Countdown???. Reiðaríini, manningarnar, kommunukassarnir, og allar tænastur í standa av hesum virksemi.

Hendan samgongan hevur, við hjálp frá almenna kringvarpinum, sett okkum øll upp ímóti hvørjum øðrum. í allari vælferðini, sum ikki er skapt av teimum, sum nú sita, eru vit komin til at bólkast upp, og ikki dáma hvønn annan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder