Sum liður í miðvísari uppraðfesting av at skapa best gjørligu karmar fyri upplivingarvinnuni (sum eisini fevnir um ferðavinnuna) í nærumhvørvinum, gjørdi Vágs kommuna í 2014 nýtt kampingøkið, Kamping Vágseiðið, sum lat upp í juni í 2014.
Árini 2014, 2015 og 2016 lógu talið av gistingum millum
150-165 fyri tíðarskeiðið frá mai til august. Men seinastu tvey árini hava vit
sæð ein stóran vøkstur í talinum av gistingum. Í 2017 vóru tað 322 gistingar á
Kamping Vágseiði og í ár hava tað fram til 31. august verið 470 gistingar á
kampingøkinum. Tað hava eisini verið nakrar gistingar í september, sum tó ikki
eru skrásettar í hagtølunum enn.
Sostatt er talið av gistingum á Kamping Vágseiði farið frá
159 gistingum í 2016 til fleiri enn 470 gistingar í 2018, ella ein trýfaldan av
gistingum eftir tveimum árum.
Umframt føroyingar, so eru vitjandi á Kamping Vágseiði úr
øllum heiminum, t.d. úr Avstralia, Ný Sælandi, Afrika, USA, Kanada, Týsklandi,
Niðurlondum, Fraklandi, Spania, Danmark, Bretlandi, Finnlandi, Kanada, umframt
øðrum londum í Evropa. Flestu vitjandi á Kamping Vágseiði eru føroyingar, næststørstu
bólkarnir eru úr Týsklandi og Fraklandi.
Í mun til í undanfarin ár, so hava síggja vit, at tað er ein
stórur vøkstur í bæði kampingvognum og tjaldingum. Í ár hava tað verið serliga
nógv sum hava brúkt tjaldingarplássi. Tað eru fólk í øllum aldri, sum vitja á
Kamping Vágseiði.
Vit eru sera fegin um stóra vøksturin í talinum av gistingum
á Kamping Vágseiði, sigur Dennis Holm, borgarstjóri. -Vit hava seinastu árini
roynt at uppraðfest møguleikarnir hjá ferðandi, sum vitja í Vági, bæði við
kampingøkinum, og við at betra um atkomumøguleikarnir hjá fólki at njóta
løturnar t.d. í náttúruni vesturi á Vágseiði. Tað er eisini sjón fyri søgn, at
vit hava sera nógv góð tilboð til vitjandi, bæði stórsligna náttúru og góðar
umstøður innandura í Páls Høll og nýggju Marghøllini, og dregur uttan iva fólk
til økið, sigur Dennis Holm.
So vítt vit vita, so lata gistingarhús og matstovur eisini
væl at talinum av vitjandi í ár. Men vit mugu øll eisini verða varug við, at
økt tal av vitjandi setur eisini krøv til framhaldandi menning av tænastum og
tilboðum til ferðafólk, og hesum arbeiða vit áhaldandi við, sigur Dennis Holm,
borgarstjóri.
Um Kamping Vágseiðið
Kamping Vágseiðið liggur í vøkrum økið millum Vágs Høll og
Vatnið. Í síðubygninginum í Vágs Høll eru gjørdar góðar umstøður til vitjandi,
við køk, wc & brúsu (eisini til rørslutarnaði), og harumframt ber eisini
til at vaska klæðir. Á kampingøkinum eru pláss til 12 kampingvognar og hartil
er stórt tjaldingarpláss.
Kamping Vágseiðið er opið frá hálvum apríl til hálvan september, men tað hava eisini verið gistingar uttanfyri hetta tíðarskeiðið.
Vágs kommuna
www.vagur.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald