Vinna

Tilfeingis- og uppboðssølugjald á 81 mió. ávirkar P/F Næraberg

...

2018-05-31 14:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

??rslitið í P/F Nærabergi fyri 2017 er ein stór afturgongd í mun til ársúrslitið í 2016, frá 17,9 mió. kr. til 2 mió. kr.

 

Hóast sølan øktist við 63 mió. kr.  - frá 269 mio. kr. til 332 mió. kr. - gjørdist úrslitið 16 mió. kr. verri í 2017 enn árið fyri.

 

Vøksturin í søluni viðførdi at starvsfólkaútreiðslurnar øktust við 22,5 mió. kr. - frá 82,5 mió. kr. í 2016 til 105 mió. kr. í 2017.

 

Tað er tó, ið høvuðsheitum tilfeingis- og uppboðssølugjaldið vm, sum ávirkar raksturin negativt.

Í 2016 var tilfeingis- og uppboðssølugjaldið 44 mió. kr., meðan hetta í 2017 var 81 mió. kr. ??? sostatt var so at siga alt avlopið av rakstrinum í 2017 goldið í landskassan, og ársúrslitið gjørdist 2 mió. kr. 

 

 

2017

2016

Munur

Søla

331.691

268.507

63.184

Starvsfólkakostnaður

-105.191

-82.455

-22.736

Aðrir roknskaparpostar

-143.668

-124.201

-19.467

??rslit áðrenn tilfeingisgjald/uppboðssølugjald

82.832

61.851

20.981

Tilfeingisgjald/uppboðssølugjald vm

-80.812

-43.908

-36.904

Ársúrslit

2.020

17.943

-15.923

 

 

 

 

 

Av gjaldinum upp á 81 mió. kr. stava 47 mió. kr. frá uppboðssøluni, og tað er serliga hetta gjaldið, sum í framtíðini kann koma at gera enda á føroysku fiskivinnuni.

 

Marknaðurin broyttist soleiðis í fjør, at prísurin á sildini fall í botn eftir at bjóðað varð á uppboðssøluni.

 

Hetta viðførdi, at sildin einki fíggjarligt ískoyti gav til raksturin av felagnum, men heldur var ein fíggjarlig útreiðsla.

 

Uppboðssøla hevur ein stóran íbygdan vanda. Árið 2017 hevur víst, hvussu feløg í framtíðini kunnu koma út í óføri, tá marknaðarprísurin fellur eftir at feløg hava keypt á uppboðssølu. Harumframt kann ein broyting í oljuprísunum oø. fáa stórar fíggjarligar avleiðingar, í mun til upprunaligu fortreytirnar.

 

Tað er tí, nærum ógjørligt at arbeiða við langtíðar ætlanum í fiskivinnuni í dag, og at leggja ætlanir fyri nýbyggingum er tí ikki møguligt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder