Vinna

Tróndur í Gøtu kemur á Tvøroyri í nátt

...

2018-11-15 20:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tróndur í Gøtu, sum hevur roynt í altjóða sjógvi norðuri á 67-68N, kemur á Tvøroyri í nátt við 1.550 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic, Tróndur sleppir framat at landa beinanvegin teir koma á Tvøroyri.

Vit á JN.fo tosaðu umborð á Trónda í Gøtu fyri løtu síðan, teir søgdu, at sildin skipini fáa har norðuri er góð, hon liggur um góð 400 gramm í snitt.

Veðrið í dag hevði verið ólagaligt, men nú eru teir komnir undir land norðanfyri, so nú slatnaði hjá teimum.

Tróndur í Gøtu fer aftur á sildaveiðu, tá ið liðugt er at landa.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder