2018-09-06 10:37

Tróndur í Gøtu kom á Tvøroyri tíðliga í morgun við 300 tonsum av makreli, sum teir landa til Varðin Pelagic, teir landa eftir at liðugt er at landa Jupiter.
Vit á JN.fo tosaðu umborð í gjárkvøldið, teir hava roynt á umleið 64N og 4V, har øll tey føroysku skipini hava verið, tað hevur ikki verið tað stóra at fingið, men tað er góður makrelur skipini fáa. Tað hevur verið gott veður norðanfyri hendan túrin.
Í nátt fór okkurt av teimum føroysku skipini í altjóða sjógv t.v.s. norður um føroyska markið at leita.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald