Á fundinum varð formansskapurin afturvaldur. Umboðini eru tvær kvinnur og tveir menn. Selma Ellingsgaard er forkvinna, Regin Olsen næstformaður, Sofus Debes Johannesen, kassameistari og Eyðdis Ellendersen er varafólk.
Umboðsráðið afturvaldi eisini eina kvinnu og ein mann í nevndina fyri LÍV. Tey eru Hanna í Horni og Árni Arge, og somuleiðis varð samtykt aftur at velja Høgna Olsen til nevndarformann.
Farna árið hevur umboðsráðið millum annað umrøtt javnstøðu millum kvinnur og menn í lívrentumálinum. Umboðsráðið tók málið upp fyrst í hesum árinum og fegnast um, at nevndin í LÍV valdi at taka áheitan okkara til viðgerðar og, at LÍV gongur á odda í hesum máli.
At okkara felag vísir vegin, er týðandi fyri føroyska tryggingartakaran.
Somuleiðis fegnast vit um, at Betri Pensjón eftirfylgjandi eisini hevur tikið somu avgerð sum LÍV, at javntstilla kvinnur og menn.
Umboðsráðið leggur dent á at hava eitt gott samskifti og samstarv við nevnd, stjórn og umsiting í LÍV, tryggingartakarunum at gagni, tað sigur LIV í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald