Vinna

??tvið 20 svartkjaftaskip royna sunnast í føroyskum sjógvi

...

2018-04-07 08:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tað eru útvið 20 svartkjaftaskip stødd sunnast í føroyskum sjógvi í morgun, tey flestu eru russisk, nógv føroysk og okkurt íslendskt.

Enn hevur fiskiskapurin í føroyskum sjógvi ikki tikið seg rættuliga upp, tað plagar at verða um 10 apríl, at svartkjafturin kemur í føroyskan sjógv.

Tað var nógvur svartkjaftur at fáa í ES-sjógv vestur úr Hebridinum fyri 14 døgum síðan, hann ferðast altíð norðuryvir, so í komandi viku, man hann fara at koma norður um markið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder