Søkt verður eftir avloysarum til at byrja skjótast gjørligt aftaná 12. august.
Vit bjóða eitt áhugavert arbeiðspláss, har pláss er fyri ymiskleika, og har námsfrøðin støðugt er í menning. Hesa uppgávu lyfta vit øll í felag. Vit arbeiða út frá virðisgrundarlagi og Barnaáskoðan, sum eru galdandi fyri alt barnaøkið í Vága kommunu.
Okkara arbeiði byggir á:
-
Spornámsfrøði - tað sum hugtekur børnini.
-
Viðurkenning - har børnini kenna seg virðismett og avhildin í relasjónini.
-
Spæligleði - Vit leggja dent á, at spæl og rørslur hava stóran týdning fyri menningina hjá barninum.
Vit vænta av tær, at tú:
-
Hevur visiónir fyri námsfrøðiliga arbeiðinum og hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemi á stovninum.
-
Hevur góð samstarvsevnir og kann arbeiða sjálvstøðugt.
-
Ert forvitin eftir at finna ???Spor???, lurta og dokumentera.
-
Sært avbjóðingar fram um mørk og er opin fyri broytingum.
-
Ynskir at arbeiða við og eftir teimum málum, ið sett eru fyri stovnin.
Løn og setanartreytir:
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Umsókn skal vera Sóljugarði, Hammershaimbsvegur 9, 360 Sandavágur, ella[email protected]í hendi seinasta lagi mánadagin 2. september kl. 12.00. Viðmerk ???Umsókn um avloysarastarv???.
Meira fæst at vita við at venda sær til Helenu Skarðenni, leiðara, á tlf. 794456.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald