Jørgen Niclasen
Løgtingsmaður
Fólkaflokkurin
Áarvegur 2
FO-100 Tórshavn
Tórshavn,
6. mars 2017
J.nr. 10257
JEW
Viðv. § 1, stk. 4 í lóg nr. 6 frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund
S??KN Advokatar eru biðin um at gera eina meting av, um treytirnar fyri at Vágatunnilin sambært
løgtingslóg nr. 6 frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund skal avhendast
landinum, eru loknar.
Tilfar
Vit hava í samband við arbeiðið okkara m.a. gjøgnumgingið:
??? løgtingslóg nr. 6. frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund við
lógaruppskotinum til lógina, løgtingsmál nr. 18/1999
??? løgtingslóg nr. 86 frá 18. november 2002 um broyting í lóg um meirvirðisgjald við
lógaruppskotinum til lógina, løgtingsmál nr. 14/2002
??? tekningarútskrift fyri P/f Vágatunnilin frá Skráseting Føroya
??? tinglýsingarviðurskifti viðvíkjandi P/f Vágatunnlinum
??? fyrispurning frá Poul Michelsen, løgtingsmanni, til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann,
frá 6. august 2013 og svar uppá fyrispurningin frá 10. september 2013
??? fyrispurning nr. 63/2013 frá Eivin H. Jacobsen, tingmanni, til Jørgin Niclasen, landsstýrismann
í fíggjarmálum frá 26. mai 2014 og svar uppá fyrispurningin frá 17. juni
2014
??? fyrispurning nr. 27/2016 frá Jørgin Niclasen, tingmanni, til Aksel V. Johannesen, løgmann,
og svar uppá fyrispurningin frá 21. desember 2016
??? ársfrágreiðingar fyri P/f Vágatunnilin, tøkar á www.tunnil.fo, umframt
??? alment roknskapartilfar viðvíkjandi P/f Vágatunnlinum
Løgtingslóg nr. 6. frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund og løgtingsmál
18/1999
Lógin er heimildargrundarlagið undir fasta sambandinum um Vestmannasund og hevur reglur
um ognarrætt til tunnilin, reglur um at avhenda tunnilin til tað almenna, heimild at krevja brúkaragjald umframt aðrar reglur. Lógin er grundað á uppskotið, sum varð lagt fyri tingið
sum tingmál 18/1999.
§ 1, stk. 1 og 4 í lógini eru soljóðandi:
§ 1. P/f Vágatunnilin (skr. nr. 2809/1998) fær rætt til vega, - brúgva- og tunnilsgerð millum Streymoynna
og Vágarnar um Vestmannasund og ognarrætt til lidna tunnilin við tilhoyrandi brúgvum
og vegi.
Stk. 4. Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, og P/f Vágatunnilin stendur sum eigari,
verður alt anleggið, uttan viðurlag, avhendað landinum til ognar.
§ 2, stk. 1 í lógini er soljóðandi:
Landsstýrismanninum verður heimilað at seta pening í P/f Vágatunnilin, annaðhvørt sum partapening
ella ansvarligan lánikapital (ábyrgdarpening) soleiðis at samlaða upphæddin í mesta lagi
verður kr. 160,3 mió., og kann landsstýrismaðurin ráða við grundarlagi í samlaðu heimildini frá
gildiskomu lógarinnar.
§ 3 í lógini er soljóðandi:
Landsstýrismanninum er heimilað at avhenda, uttan viðurlag, til felagið tað annlegsarbeiðið,
sum higartil er framt av Landsverksfrøðinginum í sambandi við upprunaligu verkætlanina um
gerð av føstum sambandi um Vestmannasund, herundir allar forkanningar og keypt tilfar, sum
nýtiligt er. Slík avhending hevur ikki skattiligar avleiðingar við sær fyri felagið.
§ 5, stk. 1, í lógini er soljóðandi:
Tunnilseigaranum er heimilað at áseta og krevja inn nýtslugjøld frá teimum, ið nýta vega-,
brúgva- og tunnilsanleggið.
§ 7, í lógini er soljóðandi:
§ 7. Frá og við árinum tá tunnilin verður latin upp fyri ferðslu, hevur felagið, við grundarlagi í
útveganarkostnaðinum, rætt til skattligar avskrivingar eftir reglunum um vinnuligar bygningar.
Stk. 2. Við útveganarkostnaði skilst tær samlaðu byggiútreiðslurnar til vegir, brúgvar og tunnilsgerð
v.m.
Í almennu viðmerkingunum til lógaruppskotið er skrivað á s. 4 at ???fígging av verkætlanini er
umframt tær 160,3 mió., sum Løgtingið gjøgnum Vinnumálastýrið setir í felagið, upptøka av
láni frá fíggingarstovnum???. Á s. 4 í viðmerkingunum til lógaruppskotið er víðari skrivað at
???einki landskassaveðhald kemur uppá tal, og leiklutur landskassans í fíggingini er úti við játtanini
av teimum samlaðu kr. 160,3 mió???.
Í serligu viðmerkingunum til § 1, stk. 4 (§ 1, stk. 3 í lógaruppskotinum) er skrivað, at ???her
verður staðfest, at ognarrætturin gongur yvir til tað almenna, tá íløgan er goldin???.
Í serligu viðmerkingunum til § 3 verður skrivað, at landsstýrismaðurin fær heimild at avhenda
tey anleggsarbeiði, sum framd vóru, tá Landsverksfrøðingurin á sinni fyrireikaði tunnilsgerð,
umframt forkanningar og innkeypt tilfar, um tað var nýtiligt og at einki verður goldið fyri hetta.
Í serligu viðmerkingunum til § 5, er m.a. skrivað at ætlanin er, at nýtslugjøldini skulu fíggja
bæði afturgjaldingina av lánunum til byggingina og raksturin av vegunum og tunnlinum. Víðari
verður m.a. skrivað at ætlan felagsins er, at hesi nýtslugjøld skulu vera av eini stødd, sum ger,
at felagið hevur ráð at afturgjalda rentur og avdráttir til lánistovnarnar, umframt at kunna
gjalda rakstur og viðlíkahald av anlegginum. Hartil kemur rentingin av stóru eginognini, tá
partapeningurin/ábyrgdarpeningurin er so stórur sum kr. 160 mió. Eisini skulu nýtslugjøldini
gera felagið ført fyri at konsolidera seg rímiliga væl.
Serligu viðmerkingarnar til § 7 viðvíkja skattligu viðgerðini av útreiðslunum hjá tunnlinum og
einki nærri er skrivað um definitiónina av útveganarkostnaðinum í § 7, stk. 2.
Løgtingslóg nr. 86 frá 18. november 2002 um broyting í lóg um meirvirðisgjald og
løgtingsmál nr. 14/2002
Eitt lógaruppskot um broyting í lóg um meirvirðisgjald varð lagt fyri løgtingið sum løgtingsmál
nr. 14/2002, dagfest 17. oktober 2002. Endamálið við uppskotinum var at frítaka bummgjaldið
í sambandi við ferðing og flutning gjøgnum tunlar, brúgvar og aðrar vegir í sambandi við
almenna vegakervið fyri meirvirðisgjald.
Í lógaruppskotinum varð millum annað skrivað at:
Støðan viðvíkjandi undirsjóvartunlum í dag er tann, at tunnilin millum Streymoynna og
Vágoynna verður tikin í nýtslu um heilt stutta tíð, og fyrireikingar eru longu farnar í gongd at
bora undirsjóvartunnilin millum Eysturoynna og Borðoynna. Undirsjóvartunnilsverkætlanirnar
eru skipaðar soleiðis, at tað eru almenn partafeløg, sum standa fyri verkætlanunum, P/F
Vágatunnilin og P/F Norðoyatunnilin. Ongar ítøkiligar ætlanir eru um fleiri undirsjóvartunlar í
løtuni.
Tá ein undirsjóvartunnil so verður tikin í nýtslu, stendur viðkomandi partafelag fyri rakstrinum,
líka til lánið í tunlinum er afturgoldið. Tá lánið er afturgoldið, verður partafelagið upployst, og
undirsjóvartunnilin fellur til landið sum ein vanligur partur av landsvegakervinum. Støða verður
tá eisini tikin til, um skipanin við bummgjaldinum skal halda fram.
Bummgjaldið er tí í veruleikanum ein eykaskattur til at fíggja eina ávísa løguverkætlan, sum
annars hevði verið fíggjað beinleiðis í løgtingsfíggjarlógini. Landsstýrið vil hava lánini í undirsjóvartunlunum
afturgoldin yvir so stutt áramál sum gjørligt, soleiðis at undirsjóvartunlarnir
verða partar av restini av vegakervinum, sum landið rekur.
Við hesum lógaruppskotinum verður bummgjaldið frítikið fyri meirvirðisgjald, samstundis sum
partafeløgini, ið standa fyri undirsjóvartunlunum, fáa inngangandi meirvirðisgjaldið endurgoldið
úr landskassanum. Á henda hátt verða lánini til undirsjóvartunlarnar skjótari afturgoldin,
og bummgjaldið verður eitt brúkaragjald, sum fer beinleiðis til at fíggja tunnilin.
Í áliti frá Vinnunevndini frá 6. november verður millum annað skrivað, at umboð fyri P/f
Vágatunnilin hava upplýst fyri Vinnunevndini, at lánið fór at vera umleið kr. 120 mió og at
lánið skuldi afturgjaldast yvir 15 ár. Ein samd Vinnunevnd tók undir við málinum og mælti
tinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.
Uppskotið varð við 3. viðgerð tann 12. november 2002 endaliga samtykt av løgtinginum við
29 atkvøðum fyri og ongari ímóti og varð kunngjørt sum løgtingslóg nr. 86 frá 18. november
2002.
Fyrispurningar í løgtinginum og svar uppá hesar
Spurningurin um afturgjald av útveganarkostnaði hevur verið viðgjørdur í løgtinginum í sambandi
við fyrispurningar og svar uppá hesar.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, svaraði tann 10. september 2013 fyrispurningi frá Poul
Michelsen, tingmanni. Í svarinum varð millum annað skrivað, at ???eftir lógini skal útveganarkostnaðurin
gjaldast aftur, bæði tann partur, sum er fíggjaður við eginpeningi og tann parturin,
sum er fíggjaður við láni. Sum er, verður partapeningurin nýttur til lutvísa fígging av
íløguútreiðslunum av Vágatunnlinum og Norðoyatunnlinum. Tá peningurin soleiðis er bundin
í partabrøv, kann hann ikki brúkast til onnur endamál, uttan at hann fyrst verður loystur.
Landið kann loysa peningin við at avhendan partabrøvini. Til tess krevst lógarbroyting, men
[....] eru ongar slíkar ætlanir. Tunnilsfeløgini kunnu eisini rinda landskassanum vinningsbýti/útluting,
inntil upphæddin av innskotna partapeninginum er rokkin???.
Jørgin Niclasen, landstýrismaður í fíggjarmálum, svaraði 17. juni 2014 spurningi frá Eivin H.
Jacobsen, tingmanni. Í svarinum er m.a. skrivað at ???P/f Vágatunnilin upplýsir, at sambært
lániavtaluni skal seinasti avdráttur gjaldast 12. desember 2017 (skal vera 2016).
Víðari varð
skrivað, at tá farið varð undir at fyrireika at byggja Vágatunnilin, var ein av stóru spurningunum,
hvussu henda stóra íløga skuldi fíggjast og í aðra máta skipast.???
Víðari varð skrivað at ???longu tá var ætlanin, at nýtslugjaldið einans skuldi fíggja lántøkuna???
eins og tað varð skrivað at ???Almenna fatanin hevur eisini verið, at nýtslugjøldini einans skuldu
fíggja lánsgjøldini, og at tunnilin skuldi latast landinum, tá lánið úr Íleggingargrunninum var
afturgoldið. Ikki fyrrenn fyri kortum er kjak komið um, at lógarteksturin sigur nakað annað,
enn ætlanin og eisini almenna fatanin var???. Móti endanum í svarinum var skrivað at ???Soleiðis
sum lógin og viðmerkingarnar eru orðað, kann tvídráttur vera um tulking av, nær tunnilin er
útgoldin og kann avhendast landinum???.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, svaraði 21. desember 2016 uppá skrivligan fyrispurning frá
Jørgin Niclasen, løgtingsmanni. Aksel V. Johannesen svaraði at tulkingin hjá honum svaraði til
hana hjá undanfarna løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen, í svari til Poul Michelsen, løgtingsmann.
Skrivað varð at ???Sambært tulkingini er tunnilin fult afturgoldin, tá í samlaði útveganarkostnaðurin
er goldin. Við útveganarkostnaðin meinast allur byggikostnaðurin og harvið bæði
lánið og partapeningurin???.
Síða 5/9
Skrivað varð eisini at ???Sum støðan er nú, metir løgmaður ikki, at grundarlag er fyri at koyra
ókeypis í Vágatunnlinum, tá ið tulkingin av lógargrundarlagnum so greitt vísir, at uppruna ætlanin
við lógaruppskotinum var, at allur útveganarkostnaðurin skuldi gjaldast aftur. Tí bleiv
tað ikki ókeypis at koyra í Vágatunnlinum tann 11. desember 2016.???
Annað tilfar av týdningi fyri málið
Tað sæst av tekningarútskrift frá Skráseting Føroya, at partapeningurin í P/f Vágatunnlinum
er kr. 160.300.000, ið svarar til samlaðu heimildina hjá landinum til at seta partapening í felagið.
Sambært ársfrásøgnini fyri P/f Vágatunnilin fyri roknskaparárið 2015, ið er seinast almannakunngjørda
ársfrásøgn fyri felagið, hevði P/f Vágatunnilin 31. desember 2015 eina eginogn á
tilsamans kr. 176.040.878. Sambært ársfrásøgnini høvdu vegir og tunnil eitt roknskaparligt
virði á kr. 167.452.351 pr. 31. desember 2015. Felagið hevði eina langfreistaða skuld á tilsamans
kr. 241.315.
Í omanfyri nevndi svari frá Jørgin Niclasen uppá fyrispurning 63/2013 varð víst til frágreiðing
frá Vágatunnlinum 21. juni 2014, har tað varð skrivað ???Endaligi byggiroknskapurin fyri
Vágatunnilin, ið er gjørdur upp við árslok 2003, vísir byggiútreiðslur uppá 277,7 mió kr, ið er
uml 16% omanfyri planleggingarkostnaðin uppá uml. 240 mió kr, og samlaða kapitalnýtslu
uppá 306,5 mió kr.??? Á heimasíðuni hjá tunnilsfelagnum www.tunnil.fo verður skrivað, at
Vágatunnilin kostaði kr. 280.000.000 at byggja.
Sum tað sæst omanfyri var langfreistaða skuldin pr. 31. desember 2015 kr. 241.315 og hendan
skuldin er sambært svari uppá fyrspurning 63/2013 goldin.
P/f Vágatunnilin hevur tískil goldið byggiútreiðslurnar til vegir, brúgvar og tunnilsgerð, eins og
felagið hevur afturgoldið tey lán, sum saman við partapeninginum frá Føroya landsstýri
fíggjaðu byggingina av fasta sambandinum um Vestmannasund.
Lógargrundarlagið og tulking av hesum
Tað skal at byrja við viðmerkjast, at tað er greitt ásett í lógini um fast samband um Vestmannasund,
at tunnilin við vegum v.m., sum varð bygt og enn verður rikið av P/f Vágatunnlinum,
skal avhendast landinum frá felagnum P/f Vágatunnilin.
§ 1, stk. 4 í lógini um fast samband um Vestmannasund ásetir, at alt anleggið, tá tvinnar treytir
eru loknar, uttan viðurlag skal avhendast landinum til ognar. Fyrra treytin er, at útveganarkostnaðurin
skal vera fult afturgoldin og seinna treytin er, at P/f Vágatunnilin skal standa sum
eigari.
P/f Vágatunnilin skal standa sum eigari
Verður fyrst hugt at treytini - P/f Vágatunnilin stendur sum eigari ??? er ásett í § 1, stk. 1 í lógini,
at Vágatunnilin fær ognarrætt til lidna tunnilin við tilhoyrandi brúgvum og vegi. Vágatunnilin
Síða 6/9
er liðugur og hendan treytin í § 1, stk. 1 fyri, at P/f Vágatunnilin skal fáa ognarrætt til tunnilin,
er tí lokin.
Afturat hesum hevur P/f Vágatunnilin tinglýstan ognarrætt til matr. nr. 373e, Sandavágur, og
til matr. nr. 401b, Kvívík. Tað sæst á kortal.fo, at hetta eru tunnilsmunnarnir ávikavist í
Vágoynni og í Streymoynni. Umframt at treytin í §1, stk. 1 fyri ognarrætti hjá tunnlinum at
tunnilin skal vera liðugur er lokin, er ognarrætturin hjá P/f Vágatunnlinum til tunnilin sostatt
eisini tinglýstur á ein slíkan hátt, at treytin ???P/f Vágatunnilin stendur sum eigari av tunnlinum???
er lokin.
??tveganarkostnaðurin skal vera fult afturgoldin
Tað er ásett í § 1, stk. 4, at alt anleggið, uttan viðurlag, verður avhendað landinum - tá útveganarkostnaðurin
er fult afturgoldin. Spurningurin er so, hvussu hetta hugtakið í lógini skal
skiljast.
Her eru í høvuðsheitum tvey sjónarmið. Annað sjónarmiðið er, at tunnilin skal avhendast
landinum, tá felagið hevði goldið aftur tey lán, sum felagið tók til bygging av tunnlinum. Hitt
sjónarmiðið er ??? sum tað sæst av omanfyri nevndu svarum frá ávikavist Kaj Leo Holm Johannesen
og Aksel V. Johannesen ??? at ikki bara lánini skuldu gjaldast aftur, men at eisini partapeningurin,
sum landið hevði sett í felagið, skal gjaldast aftur fyrrenn anleggið skal avhendast
landinum.
Lánini, sum vórðu tikin í sambandi við bygging av Vágatunnlinum, eru afturgoldin lánsveitaranum
og P/f Vágatunnilin hevur goldið allan kostnaðin av at byggja fasta sambandið um Vestmannasund.
Spurningurin er, um treytin um, at útveganarkostnaðurin skal vera ???fult afturgoldin???
harvið er lokin ella um partapeningurin í felagnum eisini skal afturgjaldast Føroya landsstýri,
sum hevur sett partapeningin í felagið.
Verður hugt í lógina um fast samband um Vestmannasund, er útveganarkostnaðurin defineraður
í § 7, stk. 2 sum ???tær samlaðu byggiútreiðslurnar til vegir, brúgar og tunnilsgerð v.m.???
Hetta eru útreiðslur til íløguna, sum náttúrliga verða avhildnar av felagnum og sum felagið
hevur rindað, í hesum føri grundað á partapeningin hjá felagnum og ta lánifígging, sum felagið
fekk til vega.
At útveganarkostnaðurin skulu skiljast sum útreiðslur hjá felagnum til at byggja tunnilin v.m.
samsvarar eisini við, at tað í serligu viðmerkingunum til § 1, stk. 4 verður skrivað at ???ognarrætturin
gongur yvir til tað almenna, tá íløgan er goldin???.
Einki er skrivað hvørki í sjálvari lógini um fast samband um Vestmannasund ella í viðmerkingunum
til lógaruppskotið, sum beinleiðis ásetir ella bendir á, at partapeningurin eisini skal
vera afturgoldin sum partur av útveganarkostnaðinum soleiðis sum fyribrigdið útveganarkostnaðurin
skal skiljast sambært § 1, stk. 4 í lógini.
Síða 7/9
Í lógaruppskotinum til lógina um fast samband um Vestmannasund, tingmál 18/1999, verður
skrivað, at ???einki landskassaveðhald kemur uppá tal, og leiklutur landskassans í fíggingini er
úti við játtanini av teimum kr. 160,3 mió???. Einki verður skrivað um, at landskassin skal hava
hesar kr. 160,3 mió. afturgoldnar.
Varð tað ein treyt frá landskassans síðu, at hesar kr. 160,3 vórðu afturgoldnar ella at felagið
skuldi rinda vinningsbýti til partaeigaran, hevði verið náttúrligt at útvega játtanarliga og materialla
heimild fyri hesum í lógini. Hetta er ikki gjørt og tvørturímóti verður skrivað, at ???
leiklutur landskassans í fíggingini er úti við játtanini av teimum samlaðu kr. 160,3 mió???.
Umframt at løgtingið sum grundarlag fyri at gera fast samband um Vestmannasund samtykti
løgtingslóg nr. 6 frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund, viðgjørdi Løgtingið
sum omanfyri nevnt eisini um sama mundið spurningin um meirvirðisgjald av teimum gjøldum,
sum skuldu takast fyri at koyra ígjøgnum tunnilin.
Orðingarnar í uppskotinum til lóg um broyting av lógini um meirvirðisgjald, sum eru endurgivnar
omanfyri, eru greiðar um, at ???tá lánið er afturgoldið, verður partafelagið upployst, og undirsjóvartunnilin
fellur til landið sum ein vanligur partur av landsvegakervinum???.
Hóast broytingaruppskotið til lógina um meirvirðisgjald viðvíkir einari aðrari lóg enn sjálvari
lógini um fast samband um Vestmannasund, kann hetta lógaruppskotið og samtykta lógin
metast vera ein partur av samlaða lógargrundarlagnum fyri virkseminum hjá P/f Vágatunnlinum.
Løgtingið hevur einmælt samtykt lógaruppskotið uttan viðmerkingar til frágreiðingina í
lógaruppskotinum um, at tað eru lánini, sum skulu vera afturgoldin, áðrenn anleggið skal avhendast
landinum til ognar og at felagið, tá lánini eru afturgoldin, skal upploysast og tunnilin
fella til landið.
Løgtingið hevur sostatt í 2002 og fyri at Vágatunnilin varð tikin í nýtslu, einmælt samtykt eina
lóg, grundað á eitt lógaruppskot, sum greitt sigur, hvussu § 1, stk. 4 lógin um fast samband
um Vestmannasund skal skiljast í mun til nær anleggið skal avhendast til tað almenna, nevniliga
tá lánini eru afturgoldin.
Tað hevur í hesum sambandi eisini týdning, at tað í sambandi við viðgerðina í fíggjarnevndini
sambært álitinum hjá Fíggjarnevndini frá 6. november 2002 er komið fram, at lánini, sum
málið snýr seg um, væntast vera afturgoldin eftir 15 árum.
Verður hugt í ársfrágreiðingarnar frá P/f Vágatunnlinum frá 1999 til 2015, sum eru tøkar á
www.tunnil.fo (allar uttan frágreiðingin fyri 2008), sæst um brúkaragjøldini og fígging, at gjøldini
mugu leggjast soleiðis til rættis, at felagið hevur nóg mikið av peningi til raksturin og til at
gjalda aftur lánini. Einki er skrivað í rakstrarætlanunum um, at felagið skal leggja sítt virksemi
soleiðis til rættis, at felagið kann rinda vinningsbýti ella á annan hátt rinda gjøld til partaeigaran.
Tá gjaldførið hevur verið gott, hevur hetta havt við sær eyka gjøld inn á lánið heldur enn at
hesar upphæddir eru settar av til vinningsbýti ella líknandi.
Av ársfrágreiðingini fyri 2003, løgd fyri aðalfund felagsins 21. juni 2004, sæst at byggilánið hjá
felagnum tann 1. desember 2003 var umlagt til endaliga fígging við 175 mió at rinda yvir 14
ár. Somuleiðis varð greitt frá, at tvey tey seinastu gjøldini frá landinum á 20 mió. kr. vóru tøk
ávikavist 1. februar 2004 og 1. februar 2005 og fóru at verða goldin beinleiðis inn á lánið sum
seravdráttir.
Av ársfrágreiðingini fyri 2014, sum varð løgd fyri aðalfund felagsins 14. apríl 2015, verður á s.
12 skrivað um fíggjarætlan fram til 2017, at ???Í ætlanini, sum felagið hevur arbeitt eftir fram til
tá lániavtalan dettur burtur í juni 2017, er roknað við at tunnilin skal avhendast til tað almenna
eftir teimum krøvum og normum, sum vóru galdandi í 2002, tá tunnilin varð tikin í nýtslu???.
Av ársfrágreiðingunum hjá felagum sæst sostatt, at felagið hevur tikið pening inn til rakstur
og til at gjalda lán, eins og tað sæst at felagið sýnist hava lagt til grund, at tunnilin skal avhendast
til tað almenna, tá lániavtalan fellur burtur í juni 2017. Samanumtikið er einki, sum
bendir á, at felagið sjálvt hevur havt ta fatan, at partapeningurin skuldi gjaldast aftur sum
partur av útveganarkostnaðinum.
At felagið í sínum virksemi ikki sýnist hava lagt upp fyri rindan av vinningsbýti samsvarar eisini
við, at einki er nevnt í lógini um fast samband um Vestmannasund ella í viðmerkingunum til
lógaruppskotið um, at einsmalli partaeigarin, Føroya landsstýri, roknar við vinningsbýti ella
aðrari útlutan frá felagnum.
At seinastu innskotini í partapeningi sambært frágreiðingum frá felagnum eru goldin inn á lán
felagsins sum seravdráttir samsvarar eisini við tað, sum var skrivað í uppskotinum til broyting
í lógini um meirvirðisgjald um at landsstýrið vildi hava lánini afturgoldin so skjótt sum gjørligt,
soleiðis at undirsjóvartunlarnir skuldu gerast partur av restini av vegakervinum, sum landið
rekur.
Um § 1, stk. 4 skuldi skiljast soleiðis, at Føroya landsstýri skuldi hava partapeningin afturgoldnan,
má útgangsstøðið eisini vera at hetta, tá einki annað er samtykt, skal gerast sambært
reglunum í tí til hvørja tíð galdandi lóggávu um partafeløg, nú løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai
2011.
Lógin um partafeløg hevur reglur um at avtaka kapitalfeløg í kapittul 14. Um felagið var avtikið,
høvdu ognir felagsins verið útlutaðar partaeigaranum Føroya landsstýri eftir, at verandi
kreditorar høvd fingið síni krøv goldin. Tá vegir og tunnil sambært ársfrásøgn felagsins fyri
2015 høvdu eitt virðið á kr. 167.452.351 og tá felagið hevði eina samlaða eginogn á kr.
176.040.878, hevði landsstýrið sostatt fingið partapeningin aftur í øðrum virðum, um tunnil
og vegir vórðu útlutað landinum í sambandi við eina endaliga uppgerð av felagnum.
Um felagið varð avtikið og tunnilin útlutaður partaeigaranum fyri partapeningin, kann spurningur
setast við, um talan hevði verið um at avhent tunnilin til landið ???uttan viðurlag??? eftirsum
at ognarrættur til partabrøvini í P/f Vágatunnilin tá vórðu skift um við beinleiðis ognarrætt
til tunnilin.
Eg meti tó ikki at orðini ???uttan viðurlag??? í § 1, stk. 4, kunnu tulkast so vítt sum, at tey merkja,
at landið, afturat at fáa beinleiðis ognarrætt til tunnilin fyri partapeningin í felagnum, eisini
skal hava kr. 160,3 mió. goldnar í reiðum peningi frá felagnum í sambandi við eina avtøku.
Niðurstøða
??t frá gjøgnumgongdini av tí tilfari, sum er nevnt omanfyri, er mín niðurstøða, at treytin í § 1,
stk. 4 í lógini um fast samband um Vestmannasund um, at útvegnarkostnaðurin skuldi vera
fult afturgoldin, var lokin, tá lánini, sum vóru tikin í sambandi við byggingina, vóru afturgoldin.
Um ivi skuldi verið um hesa niðurstøðuna, er tað so undir øllum umstøðum mín meting, at
treytirnar í § 1, stk. 4 vóru loknar, tá lánini vóru afturgoldin og eginognin var omanfyri kr.
160,3 mió, soleiðis at tað almenna fekk beinleiðis ognarrætt til tunnilin við at felagið varð
avtikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald