
Beint fyri klokkan 21:30 í gjárskvøldið fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at Smaragd ið hevði verið til fiskiskap var farin at leka. Smaragd var tá staddur millum Borðoyarnes og Gøtunes.
Brimil ið var staddur á Fuglafirði var skjótur á staðið. Somuleiðis var Rescue Ziska tilkallaður og skjótur á staðið, sigur vakthavandi á MRCC støðini í morgun.
Tyrlan var eisini tilkallað og á staðnum.
Tað rak hart suður og Brimil fekk við hjálp frá Ziska sleipitrossa umborð á Smaragd, tá vóru teir staddir stutt eystur úr Mjóvanesi.
Eitt rør var farið at leka í maskinrúminum. Tá ið Smaragd var sleiðaður inná slættari sjógv setti Brimil pumpur og aggregat umborð.
Vandi var á ferð, tað var vánaligt veður, óslætt á sjónum, og tað rak upp í ættina.
Brimil sleipaði, við hjálp frá Ziska, Smaragd á Klaksvík. Hjálparveitingin var liðug kl.0320.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald