Fakfeløgini í Fakfelagsráðnum vilja harðliga mótmæla, at skipanin við lønarískoyti verður broytt so løntakarar ikki longur fáa sáttmálaløn fyri arbeiði. Henda skipan kundi hildið á at verið ein sólskinsøga, sum fevnur og rúmar allar løntakarar, og har allir løntakarar fáa somu løn fyri sama arbeiði.
Skipanin við lønarískoytinum hevur verið
ein sera góð skipan, og tað bleiv hon, tá ið ásett varð, at tað er
sáttmálalønin á økinum, sum er avgerandi fyri lønina hjá persóninum í
skipanini.
Soleiðis, sum skipanin hevur verið
seinastu árini er, at tað er sáttmálalønin á avvarðandi øki, sum ein løntakari
arbeiðir í, sum er avgerðandi fyri, hvør lønin er.
Ein lærari verður løntur eftir
sáttmálanum hjá lærarafelagnum, ein sjúkrarøktarfrøðingur eftir sáttmálanum hjá
sjúkrarøktarfrøðingunum, ein arbeiðari eftir sáttmálanum hjá
arbeiðarafeløgunum, ein verkfrøðingur eftir sáttmálanum hjá akademikarafelagnum,
ein maskinmeistari sambært sáttmálanum hjá maskinmeistarafelagnum o.s.fr..
Teir løntakarar, sum eru í skipanini
við tillagaðum størvum, vera viðfarnir sum allir aðrir løntakarar, og sjúka
ella brek , skal sum meginregla ikki gera, at viðkomandi verður verri fyri
lønarliga enn starvsfelagarnir, og tey sum arbeiða eftir sama sáttmál.
Hetta verður nú broytt, og fer at
raka ein stóran part av løntakarunum, sum gerast partur av skipanini við
tillagaðum størvum í framtíðini. Eftir 1. januar 2021 verður lønarískoytið bara
ein partur av sáttmálaásetingini, og jú størri mein ein persónur hevur, tess
minni kann viðkomandi vænta at verða fult dekkaður av síni sáttmálaløn.
Dømi 1:
Byrjunarløn hjá bussførara settur
eftir sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur
í byrjunarløn kr 29.932,36 um mánaðin umframt frítíðarløn og eftirløn. Um
viðkomandi hevur mist 60% av sínum arbeiðsførleikum hevði hetta verið galdandi:
Gomul
skipan Nýggj skipan
Løn frá arbeiðsgevara: 11.972,94 11.972,94
Lønarískoyti: 17.959,42 14.562,82
Løn í alt: 29.932,36 26.535,76
Bussførarin missir kr 3.396,60 kr um
mánaðin ella 40.759,17 kr árliga í løn. Sostatt verða frítíðarløn og eftirløn
eisini tað minni.
Dømi 2:
Ein á fiskavirki við 20 ára
starvstíð hevði forvunnið hetta sambært sáttmála kr 24.657,93 kr um mánaðin ???
um viðkomandi hevði mist 70% arbeiðsførleika hevði hetta verið úrslitið:
Gomul
skipan Nýggj skipan
Løn frá arbeiðsgevara: 7.397,38 7.397,38
Lønarískoyti: 17.260,55 16.393,05
Løn í alt: 24.657,93 23.790,41
Flakafólkið missir 867,52 kr um mánaðin
ella 10.410,24 kr um árið í løn
Dømi 3:
Ein byggifrøðingur við 16 ára starvsroyndum forvinnur í dag
42.307 kr um mánaðin sambært sáttmála millum Akademikarafelagið og
Fíggjarmálaráðið.
Um viðkomandi hevur helvtina av sínum arbeiðsførleika er
úrslitið hetta:
Gomul
skipan
Nýggj
skipan
Løn frá arbeiðsgevara:
21.153,50
21.855,50
Lønarískoyti:
21.153,50
10.890,00
Løn í alt: 42.307,00
32.745,50
Missurin hjá byggifrøðinginum verður sostatt kr 10.262,50 kr
um mánaðin ella 123.154,80 kr um árið.
Dømi 4
Ein heilsurøktari við 10 ára
starvsroyndum forvinnur 28.164,93 kr um mánaðin sambært sáttmála. Um viðkomandi
hevur mist 75% arbeiðsførleika er úrslitið hetta:
Gomul
skipan Nýggj skipan
Løn frá arbeiðsgevara: 7.041,23 7.041,23
Lønarískoyti: 21.123,70 16.505,51
Løn í alt: 28.164,93 23.546,74
Missurin hjá heilsurøktaranum verður
sostatt 4.618,19 kr um mánaðin ella kr 55.418,27 kr árliga.
Næstan øll missa
Dømini eru mong, sum takast kunnu,
men felags er, at næstan allir løntakarabólkar verða verri fyri, tá ið nýggja
skipanin verður sett í verk.
Vit í Fakfelagsráðnum, sum umboða allar
lønarbólkar, krevja, at tað sjálvsagt er sáttmálin á økinum og hesi
lønarviðurskifti, sum eru avgerandi fyri, hvat lønarískoytið verður. Við
núverandi skipan vera næstan allir lønarbólkar dekkaðir fult, og tað er ikki
løntakaranum til ófyrimunar, at viðkomandi hevur lítlan arbeiðsførleika. Tað er
eisini ein mesta upphædd á, sum tað heldur ikki ber til at fara upp um í
verandi skipan.
Framyvir verður tað ein tilvildarlig
ásett upphædd og mótrokning í mun til inntøku, sum verður avgerandi fyri,
hvussu títt lønarískoyti verður. Tað gongur harðast út yvir tey, sum hava
lítlan arbeiðsførleika og nøkur við góðum inntøkum. Sum heild gongur hetta tó
út yvir næstan allar løntakarabólkar í ymiskan mun.
Umframt at stríðast við sjúku, brek,
slit ella skaða, skulu teir løntakarar, sum í framtíðini verða skerdir í
arbeiðsførleikum eisini hava tað á sær, at tey vera munandi verri fyri í
inntøku. Hetta eigur og má kunna gerast betur.
Hví oyðileggja eina skipan sum
riggar?
Vinarliga
Fakfelagsráðið ??? umboðandi 31 fakfeløg á Føroyska
arbeiðsmarknaðinum
Starvsmannafelagið,
Føroya Arbeiðarafelag, Ljósmøðrafelag Føroya, Heilsurøktarafelagið,
Ergoterapeutfelagið, Heilsuhjálparafelag Føroya, Kost og Føðslufelagið, Føroya
Handverkarafelag, Musikklærarafelag Føroya, Bioanalytikarafelagið, Føroya
Pedagogfelag, Føroya Lærarafelag, YF Miðnám, Fysioterapeutfelag Føroya, Havnar
Handverkarafelag, BLF - Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar, S&K Felagið, Felagið Radiografar í Føroyum, Havnar Arbeiðarafelag,
Havnar Arbeiðskvinnufelag, Maskinmeistarafelagið, Akademikarafelag Føroya,
Landsfelag Handverkaranna, Klaksvíkar Arbeiðmannafelag, Klaksvíkar
Arbeiðskvinnufelag, Samtak, Føroya Tekniska Lærarafelag, Yngri Læknar
Føroyar, Flogskiparafelag Føroya, Súlan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald