Eg havi spurt Havstovuna, um
teir hava gjørt royndir at merkja tosk í gýtingartíðini, tá nógvur toskur kemur
at gýta, sum grønlendingar hava gjørt. Hetta var serliga mitt í 90-unum og tvey
tey seinastu árini, har toskurin hevur ferðast nógv, men eg havi ikki fingið
nøktandi svar.
Havstovan sigur, at teir hava
gjørt royndir at merkja tosk, sum vísa, at toskurin ikki ferðast út av grunninum. Tær seinastu merkiroyndirnar
eru frá 2012.
Støddin á toskurin, sum er
veiddur á Føroyagrunninum í 2017 og frá 1. januar til 21. november í 2018:
stødd vekt kg aldur ár longd cm búgvin at gýta fiskað í ár fiskað í 2017
1 7 + 6-11 + 91-110 + 96-100 % 5% 7 %
2 4-7 5-8 76-90 93-100 % 31% 29 %
3 2-4 4-6 61-75 81-96 % 44% 46 %
4 1-2 3-5 48-60 64-93 % 17% 17 %
5 0,3-1 2-3 36-47 9-64 % 3% 1%
Talvan vísir, at 80 % av
toskinum, sum er fiskaður, er eldri enn 4 ár og er gýttur áðrenn 2013. Um
fiskifrøðingarnir høvdu rætt, skuldi mest veri av 1
??? 4 ára gomlum fiski nú.
Um tað var
ovurfisking, sum er grundin til, at toskastovnurin minkar viðhvørt, skuldi
fiskaríið minkað líðandi yvir nøkur ár.
Bygnaðarnevndin,
sum varð sett í fyrru helvt av 90-unum, segði í sínum áliti til
landsstýrið, í 1993, at tað fór at taka
eini 6-10 ár, til toskastovnurin rættiliga kom fyri seg aftur. Allíkavæl vísti
tað seg, at stovnurin kom heilt væl fyri seg eftir bara 2-3 árum.
Nú má Havstovan gera tað sama,
sum bleiv gjørt miðskeiðis í 90-unum, at broyta talvurnar á heimasíðuni, um nær
fiskurin er gýttur, fyri at fáa tær at samsvara við veruleikan.
Hví hava hvørki Havstovan,
fiskimenn, landarar, eftirlitsfólk ella flakavirki, sæð nakað til toskin inni á
landgrunninum árini frammanundan, tá Havstovan sigur, at toskurin er
støðufastur á grunninum?
Í 100 ár frá 1903 til 2003 var
miðalveiðan av toski 25.000 tons. Árini frá 1950 til 1989 var nógv føði og
góðar liviumstøður hjá toski, og miðalveiðan var 31.000 tons hesi 40 árini.
Tá so nógv góð fiskiár vóru,
vísir hetta, at veiðan var burðardygg við tí miðalveiðuni, so tað er
undrunarvert, at Havstovan nú sigur, at ov nógv verður fiskað, og veiðan ikki
er burðardygg við 6 - 15.000 tonsum.
Eg havi fyrr lagt talvur út
sum vísa, at har fiskifrøðingar og ICES ráða, er fiskaríið minkað við millum 50
??? 100 % allastaðni. Einasta undantakið er Norra.
Flotin og fiskidagarnir eru
minkaðir nógv, og nógvar leiðir eru stongdar, so vit klára ikki at gagnnýta
okkara fiskastovnar longur. Vit koma ongantíð aftur at fiska 30.000 tons av
toski um árið, um politikararnir blíva við at lurta eftir Havstovuni, sum blívur við at tilmæla at
skerja og taka brúktar og allar óbrúktu dagar frá skipabólkunum. So verður
skjótt onki fiskiskip eftir á grunninum.
Fiskidagaskipanin bleiv gjørd
til at taka meira úr stovninum, tá nógvur fiskur er, og minni tá lítið av fiski
er til. Tað hevur eisini víst seg, at nógv færri fiskidagar blíva brúktir, tá
minni av fiski er á grunninum, og tað besta er, at man sleppur undan útblaking
og øðrum lógarbrotum, sum onnur lond hava stríðst við í 30 ??? 40 ár.
Um tað blívur fiskað ov lítið
úr fiskastovninum, tá nógvur fiskur og lítið er til av føði, minkar føðin
skjótt, og tá ger kannibalisma, at stovnarnir minka skjótari, enn teir annars
høvdu gjørt.
Hvussu kann Havstovan meta um
veiðitrýstið, og hvussu nógv blívur fiskað, tá teir ikki vita, hvussu stórur
toskastovnurin er?
Tað er prógvað fleiri ferðir,
at Excel arkið hjá Havstovuni kemur við skeivari stovnsmeting, og teir hava
onki svar uppá, hví so er. Teir siga bara, at ov nógv verður fiskað. Tá góð
fiskiár hava verið, hava fiskifrøðingar ongantíð kunnað sagt frammanundan, at
um so og so nógv ár verður nógvur fiskur at fáa, sjálvt um fiskimenn eini 3-4
ár frammanundan hava sæð broytingar í náttúruni. Eg veit ikki, um tað er
fiskifrøði.
Fólk flyta úr smærri oyggjum
og bygdum. Aðrastaðni er tað frá bóndagørðum og smærri plássum, um onki arbeiði
er at fáa, inn til stórbýirnar, tá liviumstøðurnar versna.
Fiskur, fuglur, djór og allar
livandi verur flyta seg hagar føði og liviumstøðurnar eru betri. Hetta er
innbygt frá náttúrunar hond, og verður
ringt at broyta uppá, eisini tá talan er um tosk.
Her síggja vit, hvussu nógv
vit kunnu at fiska úr stovninum, við einari burðardyggari veiðu:
http://hav.fo/PDF/Ritgerdir/2004/Fiskiskapur100ar_opnur.pdf
http://www.fiskerforum.dk/erhvervsnyt/a/groenlands-gaade-om-de-store-torsk-15102018
http://kvf.fo/netvarp/uv/2018/10/17/lgligur-fiskiskapur-skal-stegast
Eyðun Hansen
Vestmanna 02 12 2018
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald