07 Vestur hevur sett ungdómsvenjarar í starv, teir eru
Albert Ellefsen, høvuðsvenjari, Jens Erik Rasmussen, venjari og Ken
Fagerberg,venjari. Jens Erik verður í feriu í desember og januar.
07 Vestur skipar fyri morgunvenjing, futsal og uttandura
venjingum í vetrarmánaðunum, tilboðið er
galdandi bæði fyri dreingir og gentur í øllum aldrum.
Fótbóltsbreytiní
Vágum
Morgunvenjingar eru fyri øll børn í Vágum, sum hava hug til
at koma úr seingini kl. 0600. Vit eru á Giljanesi mánadag og fríggjadag frá kl.
0630 ??? 0745. Og í høllini í Sørvági mikudag kl. 0630 ??? 0745.
Morgunvenjingin hevur sína egnu facebook síðu, sum eitur ???Fótbóltsbreytiní
Vágum ??? - www.facebook.com/groups/501460096623482/
Futsal
fyri øll á Giljanesi
Futsal er eisini eitt tilboð fyri øll børn í vestur økinum
seinnapart fríggjadag. Dentur verður lagdur á spæla 4:4 við málmanni.
Futsal er partur av menniningar tilboð hjá felagnum. Spælið
stimbrar væl bóltførleikan og spælskil.
Kl. 1400 ??? 1500 U8
??? U11
Kl. 1500 ??? 1600 U13
??? U15
Kl. 1600 ??? 1700 U7
??? ætla børnum, sum ikki eru farin í skúla ??? er Í fimleikarhøllin.
Árgangirnir hava allir sín egna bólk á facebook.
Uttandura
venjingar
Vant verður í aldurbólkinum U9 ??? U17 dreingir, hjá gentum
frá U9 ??? U15 gentur. Dreingir og gentur sum eru eitt ár eldri enn U17 dreingir
og U15 gentur eru vælkomin at venja við.
Vant verður tvær ferðir um vikuna. Dreingir og gentur upp
til U15 venja aðru hvørjaferð í Sandavági og Sørvági, gentur tó einaferð um
vikuna saman. Gentur hava møguleika at venja, tá ið dreingir venja.
Venjingar tíðirnar eru á talvuni niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald