Niðanfyri verður í stuttum greitt frá nøkrum av grundgevingunum fyri at
góðkenna hækkanina av elprísunum í 2019
við 10 oyrum /kWt (12,50 oyrum/kWt við MVG).
Tvær høvuðsorsøkir eru til góðkenningina av hækkingini:
1)
Oljuútreiðslurnar hjá SEV
væntast at verða 65 mió kr. hægri í 2019 enn tær vóru í 2016 (tá ið
oljuprísurin var uppá sítt lægsta), sí talvu niðanfyri.
2)
Vindmyllulundirnar eru
seinkaðar, og ger hetta at ágóðin av spardum oljuútreiðslum kemur seinni enn
áður mett.
Oljuútreiðslur og oljunýtsla hjá SEV frá 2013 til 2020:
| 2013 | 2014 | 2015 | 2016 | 2017 | 2018 | 2019 | |
| Oljuútreiðslur | 167.934 | 141.500 | 86.196 | 50.911 | 84.741 | 105.561 | 116.077 |
| Oljunýtsla í tonsum | 37.540 | 31.979 | 27.488 | 33.912 | 35.050 | 38.838 | 41.187 |
Sum tað framgongur vóru útreiðslur til olju hjá SEV í 2016 51 mió. kr.,
meðan oljuútreiðslurnar í 2019 væntast at verða 116 mió kr., t.v.s. ein hækking
við 65 mió.kr. Eisini kann vísast á, at í 2013 vóru oljuútreiðslurnar 168
mió.kr., sum vísir, hvussu stóra ávirkan sveiggj í oljuprísunum hava á
rakstrarútreiðslurnar hjá SEV og harvið eisini óbeinleiðis á elprísin.
Í talvuni niðanfyri er gongdin í elprísunum til privat húsarhald víst frá 2013 til 2019:
| Ár | 2013 | 2014 | 2015 | 2016 | 2017 | 2018 | 2019 |
| Elprísur | 1,89 | 1,89 | 1,89 | 1,89 | 1,83 | 1,76 | 1,89 |
Sum tað sæst, er elprísurin eftir hækkanina í 2019 hin sami sum hann var í
2013 til 2016. Sum eisini sæst hava elprísirnir ligið á eini rættuliga
støðugari legu seinastu nógvu árini.
Viðmerkjast skal, at elprísirnir fyri ídnaðarkundar lækkaðu ikki í 2018, tá ið elprísirnir lækkaðu 5 oyru/kWt til aðrar brúkarabólkar. Og nú hækka teir 10 oyru kWt.
Búskapurin hjá SEV
Eitt av fremstu málunum hjá elveitingareftirlitinum er at ansa eftir, at
elprísirnir ikki eru hægri enn neyðugt, soleiðis sum ásett er í
elveitingarlógini. Onnur týðandi atlit eru tó eisini, ið skulu avvigast í mun
til sjálvan elprísin, og eru hesi serliga veitingartrygdin hjá SEV, útbygging
av varandi orkukeldum og atlit til kapping, serliga innan vindorkuøkið.
Í 2019 væntast samlaða lániskuldin hjá SEV at verða 1,5 mia. kr, og alt
eftir í hvussu stóran mun SEV (heilt ella partvíst) fer at standa fyri teimum
útbyggingum, sum eru fyri framman á elorkuøkinum, so kann samlaða lániskuldin
hjá SEV fara at vaksa upp til 2,4 mia. kr. í 2025.
At elveitingareftirlitið kann góðkenna, at SEV hevur havt yvirskot í
rakstrinum millum 50 og 100 mió kr. seinastu árini, skal síggjast í mun til økta
virksemið, sum elfelagið stendur yvir fyri. Tí tekur eftirlitið eisini undir
við innanhýsis málinum hjá SEV, at samlaða lániskuldin ikki eigur at verða
størri enn 6 ferðir rakstrarinntøkuna hjá felagnum, áðrenn rentur og
avskrivingar. Til samanberingar kann nevnast, at kommunurnar kunnu einans hava
eina samlaða lániskuld, sum er eina ferð ársinntøkuna (eina álíkning).
Tað hevur alstóran týdning, at SEV hevur ein búskap, sum stendur mát við
týðandi og øktu samfelagsuppgávurnar, sum elfelagið hevur fyri framman.
Atlit verða tó alla tíðina tikin til, at SEV verður rikið effektivt, sum
elveitingarlógin leggur upp til, og ítøkilig effektiviseringsmál verða sett,
sum kunnu eftirmetast frá einum tíðarskeiði til annað. Týðandi í hesum
samanhangi er á tí einu síðuni at hyggja at útreiðslustrukturinum hjá SEV, og á
hini síðuni at gera átøk, sum kunnu skunda undir elektrifiseringina. Hesi bæði
síðst nevndu hava avgerandi ávirkan á rakstrarúrslitið og harvið á samlaða
búskapin hjá SEV.
Kapping innan vindorkuøkið kann eisini hava positiva ávirka á
elveitingarøkið sum heild, í tann mun aðrir aktørar enn SEV kunnu bjóða seg
fram til kappingarførar prísir. Umframt at hetta kann viðvirka til, at samlaða lániskuldin og
harvið búskaparligi váðin hjá SEV verður lægri, kann hetta eisini í aðra máta hava
positiva ávirkan búskapin hjá SEV, og verða við til at skunda undir
útbyggingarnar av varandi orkukeldum.
Oljufýring ella hitapumpa
Niðanfyri er dømi, sum vísir, hvussu nógv hækkaði oljuprísurin seinastu
árini hevur økt um útreiðslurnar hjá einum vanligum húsarhaldi, sum nýtir
oljufýring til upphiting og sum nýtir 3.000 litrar av olju um ári:
| Ár | Oljunýtsla litrar | Kr/litur | Kostnaður |
| 2016 | 3000 | 4,97 | 14.910 |
| 2018 | 3000 | 7,6 | 22.800 |
| Munur | 7.890 |
Sum sæst omanfyri, eru útreiðslurnar hækkaðar við kr. 7.890 um árið, við tí
oljuprísi, sum í dag er galdandi, nevniliga kr 7,60 kr/litur, sæð í mun til
4,97 kr/litur, tá ið oljuprísurin var lægstur í 2016.
Til samanberingar er dømi niðanfyri uppá húsarhald við hitapumpu
(jarðhita), sum vísir útreiðslurnar av el til upphiting, og sum nýtir 7000 kWt
um árið til upphiting:
| Ár | Elnýtsla kWt | kWt prísur | Kostnaður |
| 2016 | 7000 | 1,89 | 13.230 |
| 2018 | 7000 | 1,76 | 12.320 |
| 2019 | 7000 | 1,89 | 13.230 |
| Munur | 0 |
Sum tað framgongur er munurin á kostnaðinum 0 í dag í mun til 2016. Og tey,
sum fingu sær hitapumpu í 2017 skulu tó rinda tilsvarandi hægri kostnað í mun
til hækkanina av elprísinum. Samanumtikið kann staðfestast, at tað er ein
fyrimunur hjá teimum sum hava gjørt íløgu í hitapumpu, tí tey verða ikki rakt
av hækkandi oljuprísum í sama mun sum tey, ið hava oljufýring.
Broytiligir elprísir
Lógaruppskot er í løtuni til viðgerðar í løgtinginum um broytiligar
(differentireraðar) elprísir.
??tlanin við lógaruppskotinum er, at SEV skal fáa heimild at áseta serligan
prís fyri elnýtslu til góðkendar hitapumpur og til elbilar. Um hetta
lógaruppskot verður samtykt kann hetta verða við til at skunda undir
elektrifiseringina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald