Vinna

VÍF, H71 og Stjørnan vunnu

...

2018-01-14 20:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tríggir dystir hava í dag verið í Hvonn-deildini hjá kvinnum.

Í Havn var oddadystur tá ið Kyndil tók móti VÍF.

VÍF vann dystin 15-21 eftir hálvleiksstøðuna 8-12. Anna A. Brimnes fekk 5 mál fyri Kyndil. Liljan Djurhuus og Marianna H. Jacobsen fingu 6 mál hvør fyri VÍF.

Neistin tók móti H71

H71 vann dystin 22-26 eftir hálvleiksstøðuna 12-12. Fyri Neistan fingu Eir Berg og Daniella Joensen 5 mál hvør. Maria H. Weyhe fekk 10 mál fyri H71.

Stjørnan tók móti StÍF

Stjørnan vann dystin 31-18 eftir hálvleiksstøðuna 17-12. Jansy Jacobsen og Judith Dam Jacobsen fingu 8 mál hvør fyri Stjørnuna. Heidi Sevdal og Birna T. Mikkelsen fingu 5 mál hvør fyri StÍF.

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF1545433911527
2Kyndil1644734010726
3VB154023327020
4Neistin16369381-1215
5Stjørnan15345375-3010
6H7116348413-659
7StÍF15230415-1851

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder