Ítróttur

VÍF og Kyndil eru klár til hálvfinaluna

....

2019-02-04 07:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Eftir dystirnar í gjár er greitt at VÍF og Kyndil hava spælt seg í hálvfinaluna í Faxe-kondi steypakappingini hjá kvinnum.

Í bólki eitt hevur VÍF fýra stig, og skal spæla ímóti Stjørnuni 2 leygardagin. Sunnudagin verður greitt hvør sleppir við úr bólki eitt saman við VÍF. Neistin tekur ímóti Stjørnuni. Vinnur Stjørnan kann spæla seg víðari við einum javnleiki, meðan Neistin skal vinna.

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 VÍF 2 61 34 27 4
2 Stjørnan 2 62 38 24 2
3 Neistin 2 55 40 15 2
4 Stjørnan 2 2 17 69 -51 0

Í bólki tvey hevur Kyndil spælt seg víðari, og lítið man vera at yvast í at H71 spælir seg víðari mikudagin tá ið tær skulu á vitjan hjá Neistanum tvey.

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Kyndil 2 72 35 37 4
2 H71 1 27 22 5 2
3 Neistin 2 1 20 35 -15 0
4 StÍF 2 37 64 -27 0
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder