2018-09-07 17:13

Um 12 tíðina í dag kom Viking Sea á Kollafjørð. Ferðamannaskipið steðgaði ikki leingi á í Kollafirði, nú 6 tímar seinni er tað á veg av Kollafirði aftur.
Viking Sea kom úr Lerwick í Hetlandi, og hevur nú sett kósina víðari móti Reykjavík í Íslandi.
Viking Sea er 227 metrar til longdar og 29 metrar breitt. Tað tekur 930 ferðafólk og manningin telur 550 fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald