Politikkur

Virkin børn og frítíð

....

2020-11-05 13:30 Author image
Tóri Nielsen
placeholder

SÍF húsið er játtað, men ikki endaliga yvirtikið. Hetta drúgva mál hevur tikið alt ov langa tíð, men lat tað fara!

Her er ein upplagdur møguleiki at gera ein lítlan depil, har man bjóðar øllum teimum ítróttarfeløgum, sum ikki hava kontór, at skapa ein felagskap saman uppi á loftinum. Við tað at man savnar feløg, vil man eisini skapa eitt livandi umhvørvi, og man vil skapa nakað heilt nýtt og komið hvørjum øðrum við, øllum til gagns.

Hettar er í hvussu so er nakað, man eigur at spyrja feløgini, um tey hava áhuga í. Skiftirúm eiga at vera dagførd, og onkrar broytingar mugu helst gerast fyri at rúma hesum, men tað hevði blivið ein miðdepil, har børn og vaksin møttust. Eitt gott umhvørvi, har allur ítróttur møttist, til gangs fyri heilsu og ungdóm okkara.

Ungdómshús

Lat okkum fáa eitt gott tilboð til okkara børn frá 3-6 flokk upp at standa, so at tey hava eitt pláss at fara til eftir skúlatíð í báðum bygdum. Tí veruleikin er nú einaferð so, at nógv børn eru heima einsamøll, tí foreldur teirra vinna til dagsins uppihald. Opið skal ikki vera somu dagar, men 2 dagar í hvørjum húsi. Hettar tilboð eigur at lata upp, tá 3. flokkur hevur frí úr skúlanum, og so kunnu børnin taka bussin, antin til Miðvágs ella Sandavágs.

Fylgja vit hesum leisti, so er møguleiki hjá børnum okkara at vera saman eftir skúlatíð 4 dagar um vikuna. Opið skal vera frá umleið 13-17. Innihaldið skal samskipast við verand starvsfólk, og halda fram við at vera eitt stað, har børnini veruliga vilja samlast.

Til tey eldru børnini, frá 7 flokki og upp til 10 flokk er eitt samlingsstað av stórum týdningi. Tíðirnar eru so nógv broyttar, og tørvur er veruliga á einum tilboði til tey. Hvussu stórur tann tørvurin er, og nær tað skal vera opið, tað finnur man bert út av við at royna.

Tað sum er av alstórum týdningi, er at tilboðið er gott, og at tey eisini sjálv sleppa at mynda húsið. Tí skal ein ungdómsnevnd við unglingum setast á stovn, og vera lønt á jøvnum fóti, fyri tað fundarvirksemi sum er. Hettar vil hjálpa kommununi í at skapa nakað sum brúkarin vil hava.

Í Miðvági hava vit eitt tað besta og mest barnavinarliga økið í landinum. Skúlin, frítíðarskúlin, ungdómshús, MB-húsið og sandurin. Hetta økið eigur man at gera nógv meira við, og stendur tað upp til mín, so vera børnini í 1-2 flokki verandi har, eisini eftir at skúlin á Giljanesi er útbygdur. Stutt til vøll, í ósan, á sandin, og 1 min frá skúla í frítíðarskúla eftir einari tryggari farleið.  Hettar kundi ikki verið betur konstruera. MEN hettar merkir eisini at ósin skal vera reinur, og at man hugsar enn meira um trivnað í økinum.

Í Sandavági rennur kloak út í ánna, serliga tá regn hevur verið. Hettar er eisini nakað sum hond má takast um, tað rennur óhumska oman millum børnini og gummibátar sum hugna sær í ánni, hettar ber snøgt sagt ikki til. Her má og skal finnast ein loysn skjótast!

Set x við lista A

Set x við Bjarna Prior

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder