Á Havstovuni hevur í nøkur ár staðið eitt modell av Jákupi Sverra. Tankin hevur verið at fáa modellið út at sigla við nýmótans dronutøkni, soleiðis at tað kann nýtast sum granskingarpallur til ekkókanningar heilt inni við land á firðum og í sundum.
Ein uppgávuorðing varð gjørd, sum í stuttum snúði seg um at fáa modellið út at sigla sjálvvirkandi, og í sama viðfangi savna inn ekkólodd dátur.
Heitið á uppgávuni var ”Styringssystem til autonom overfladedrone, i samarbejde med Havstovan”. Eitt slíkt far verður á enskum kallað ASV, ”Autonomous Surface Vehicle”
Verkætlanin byrjaði í desember í 2025, og tann 23. februar 2026 varð farið sjósett fyri fyrstu ferð. Á fyrsta túri eyðnaðist at fáa víst í verki, at ASV’arin riggaði sum ætlað, og at fáa fyrstu ekkódáturnar til høldar.
Ein endalig roynd av ASV’aranum varð framd í Vestmanna, har eitt øki varð lagt út til kanningar, og siglilinjur vórðu lagdar út til ASV’in at sigla eftir sjálvvirkandi. Ekkóloddið varð tendrað og farið slept av stað. Hendan dagin var eitt frískt lot av norði (7-8 m/s) og spennandi var at síggja, hvussu fór at hildnast.
Royndin eyðnaðist væl, og ASV’ur og dátur komu til lands aftur í øllum góðum. Nýggja far okkara hevur fingið navnið ”Lítli Jákup”.
Havstovan hevur nú fingið ein granskingarpall afturat, og spennandi verður at síggja, hvussu hann fer at verða brúktur framyvir.
Tann 25. mars 2026 vardi Jákup Jógvansson Clementsen sína bachelor ritgerð á DTU.
Vil vilja við hesum takka Jákupi fyri fyrimyndarligt avrik, og ynskja honum til lukku við útbúgving síni, og alt tað besta framyvir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald